Skal sita í varðhaldi í tvær vikur afturat

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava tikið íslendsku kvinnuna, Birnu Brjánsdóttir av døgum, noktar seg framvegis sekan

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið 20 ára gomlu íslendsku kvinnuna, Birnu Brjánsdóttir, skal sita í varðhaldi í tvær vikur afturat.

 

Tað sigur íslendska kringvarpið, Ruv, beint nú.

 

Hetta er triðju ferð, at varðhaldsfongslingin er longd síðani hann varð handtikin 18, januar og varðhaldsfongslaður fyrstu ferð tann 19. januar.

 

Maðurin varð avhoyrdur í gjár, men løgreglan sigur framvegis einki um, hvat er komið burtur úr, tí tað einasta tey framvegis vátta, er, at maðurin játtar seg framvegis ikki sekan.

 

Løgreglan sigur, at tey bíða framvegis eftir úrslitinum av summum av teimum teknisku kanningunum, sum vórðu sendar til Svøríkis at verða útgreinaðar.