Sjálvt heilt smá børn kunnu sannføra myndugleikarnar um tað, hava tey verið fyri kynsligum ágangi.
Ein maður í 40-árunum vísti aftur, at hann hevði gjørt nakað móti einum barni, sum tá var trý ár og 10 mánaðir gamalt.
Men bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur trúði betur barninum enn manninum.
Føroya rættur dømdi mannin tríggjar mánaða fongsulsrevsing, harav ein mánaður skuldi sitast.
Eystari rættur dømdi mannin at sita allan dómin, serliga tí gentan var so lítil.
Tá ið foreldrini fingu frænir av, hvat var hent, vendu teyr sær beinanvegin til barnaverndina, sum fóru beint til politiið.
Tann lítla gentan skal hava endurgjald frá manninum.









