Skal samskipa arbeiðið í KFUM&K

Í hesum døgum leitar nevndin í KFUM&K eftir einum fólki, ið skal virka sum samskipari hjá felagsskapinum.

Arbeiðið fevnir um vanligt skrivstovuarbeiði og at samskipa øll tey mongu tiltøkini, sum fara fram í stóra húsinum.
Í KFUM&K finst ein felagsskapur, har dentur verður lagdur á opinleika, hjálpsemi og málrættað arbeiði.
Starvið skal setast skjótast gjørligt. Talan er um eitt starv við 20 tímum um vikuna.