Sum leiðari í nýggju býráðssamgonguni í Havn er Heðin Mortensen komin í ta sjáldsomu støðuna, at kvinnurnar í veruleikan hava meirilutan.
- Og hetta fer tí eisini at seta síni spor á býráðsarbeiðið, segði hann.
Í setanaðarrøðu síni nevndi hann, at kynsbýtið í nýggja býráðnum er meiri umboðandi fyri samfelagið enn tað hevur verið áður. Veljarin ynskti eisini hetta, og setti tí seks kvinnur og sjey mans í býráðið við seinasta val.
Ein veruligur høvuðsstaður
Í takkarrøðuni vísti Heðin Mortensen á, at honum var víst eitt stórt álit við at gerast borgarstjóri, og at hann ætlaði at leggja stóran dent á loysa hesa uppgávuna væl.
Hann kann taka við starvinum í eini kommunu, sum hevur verið fyri stórari menning tey seinastu mongu árini. Kommunan hevur eftir førimuni fylgt við tíðini, so hon í dag er eitt framkomið samfelag, sum uttan at blúgvast kann bera heitið sum høvuðsstaður.
- Tað verður tí uppgávan hjá okkum, sum nú manna býráðið at halda fast við hesa menning og skipa soleiðis fyri at kommunan er før fyri at taka ímóti framtíðini og teimum avbjóðingum, sum hon hevur í sær, segði Heðin Mortensen.
Ætlanin er at reka ein varligan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, har trivnaðurin hjá tí einstaka verður settur í hásæti. Út frá hesum skal vinnulívið og virksemið í kommununi mennast.
Kommunan er nú eisini vorðin størri, við luttøkuni av Kirkjubøar, Hests og Nólsoyar kommunu.
-Hetta eru eisini avbjóðingar fyri Tórshavnar býráð. Nú mugu vit meir enn fyrr hava í huga, at ein verð er uttanfyri Verona. Hana hava vit somu skyldu til at lívga um og menna, sum ta gomlu kommununa.
-Tórshavnar kommuna er í dag eitt fjølbroytt samfelag, sum fegin vil framá, og sum stór krøv verða sett til. Okkara setningur her í býráðssalinum verður saman við umsitingini at liva upp til krøvini og álitið - í góðum samljóði við borgararnar, segðI Heðin Mortensen at enda í røðu síni.
Tann 18. í røðini
Hetta er níggjunda ferðina, at Heðin tekur sætið í Tórshavnar býráð. Nú, hann er vorðin borgarstjóri, er hann tann 18. í røðini.
Síðani hann á fyrsta sinni kom inn í býráðið hin 1. januar í 1973 hava fleiri borgarstjórar verið - fyrst Petur Christiansen í átta ár og eftir hann Poul Michelsen í samfull 12 ár.
Seinastu tólv árini hevur stjórastarvið tó skift oftari, tí bæði Lisbeth Petersen, Leivur Hansen og Jan Christiansen hava einans sitið í fýra ár.