Skal rinda næstan 18 milliardir í bót

Kommissiónin í ES hevur givið Google eina bót á 17.9 milliardir krónur, eftir at tað er komið fram, at Google hevur brotið lógina um antitrust í ES samanhangi.

 

Á sínum plattformi hevur Google leitt fólk yvir á síni egnu produktir, heldur enn at geva øðrum ein javnan møguleika.

 

Um tú leitar eftir eini serligari vøru, ið tú ætlar at keypa, so vildi Google leitt teg inn á sølustøð, sum teir eiga sjálvir ella eiga í. Vørur, ið ein kappingarneyta vórðu settar til at síggjast best hjá teimum, sum vórðu ósannlík at keypad tær.

 

ES hevur mett, at Google hevur misnýtt sína marknaðarstøðu og gjørt seg inn á kappingarføri hjá øðrum fyritøkum.