Skal mentanin stuðlast - hvat er alternativið?

havi sitið í eini eygleiðandi støðu og roynt at finna útav hvørji alternativ eru til stuðul til mentanina – ONGI!

Eg havi “jaglað” í áravís um hetta, at skal nøkur verulig menning síggjast inn tónleika- og mentanarliga økið, má tað almenna kenna ábyrgd og geva munadyggan styrk til mentanina, so vit øll fáa at merkja hvat slík kann bera aftur.

Kann minnast, hvussu lítil fatanin innan økið var afturi í tíðini, tí tað var líkasum, at tónleikurin og mentanin var nakað, sum bara var har og mátti klára seg, so vit øll kundu undirhaldast av fólki, sum høvdu tað sera smátt.

Tað er rætt, at vit eiga seta hvørjum øðrum rímilig krøv, men nú er tað einaferð so, at vit eru ein lítil tjóð við okkara avmarkingum, sum so eisini setur krøv til tey, sum vilja geva seg til at geva okkum gott og mennandi undirhald, tí slíkt skal eitt framkomið og virki samfelag hava at bjóða sínum borgarum – SJÁLVANDI!

Ikki leggja so stóra orku í, hvat kan gerast øðrvísi, tí tað kann alt, í roynd og veru, jú altíð gerast, men lat okkara SKAPANDI fólk fáa at merkja, at her á oyggjunum eru vit eitt fólk, sum vil OKKARA tónleiki og mentan ALT tað besta.

Hetta snýr seg eisini at senda positiv, mennandi og jalig signal út til komandi ættarliðið – hetta, at hesi skulu føla seg trygg við at fara mentanarligu leiðina, sum førir tey longur fram, sum vit so kunnu føla okkum part av.

Hvørja ferð eg síggi og hoyri eitt nýtt og mennandi sprot trína inn á pallin, føli eg eina kenslu av, at her er eitt talent, eg havi verið við til at kunna koma hagar, tí eitt lítið sindur av míni afturbering er farið til at hesi – TAÐ ER EIN GÓÐ KENSLA!

Eg vil senda eina inniliga áheitan til játtandi myndugleikan, at geva tónleikinum og mentanini tað hon hevur uppiborið!

Takk fyri!