Tað rættasta man vera, at makrelkvotan verður boðin út alment í Norðanlondum. Ivasamt er, um førleikin til at standa fyri einum útboði av makrelkvotunum er til staðar í Fiskimálaráðnum ella á nøkrum øðrum føroyskum stovni.
Tí er rættast at fáa eitt útlendskt, helst norskt advokatfelag at skipa fyri útboði av føroysku makrelkvotunum.
Fyri at luttaka í kappingini, skal greining gerast, ið lýsir:
Hvør skiparin er, og hvørjar førleikar hann hevur,
hvør manningin er, og hvørjar førleikar manningin hevur,
hvørji tól og hvørjir hættir skulu brúkast,
hvussu úrslitið fíggjarliga hevur verið seinastu 3 árini, og hvussu fyritøkan annars er fyri fíggjarliga.
Trú og heiðurváttan skal leggjast við at tryggja, at tað almenna ongi krøv hevur í felagnum, sum ikki eru hildin.
3 feløg verða vald út í fyrsta umfari, ið síðani kunnu kappast víðari um endaliga at vinna sær rættin til kvotuna.
Hesi 3 kunnu fyri egna rokning gera nágreiniliga ætlan fyri:
hvussu fiskast skal, hvar og nær,
hvønn marknað seljast skal til,
hvørji samfelagsvirði spyrjast burturúr.
Meginreglan, fyri hvør vinnur útbjóðingina skal vera,
hægsti prísur,
royndir,
flest møgulig skip.
Úrslitið verður helst, at mest sum allar makrelkvoturnar verða tillutaðar norskum, donskum ella íslendskum reiðaríum.
Tey kunnu lata hægsta prísin og hava flest skip.
Royndir innan føroysk viðurskifti hava millum lítlan og ongan týdning. Tað kann vinnarin altíð fáa við at spyrja seg fyri.
Dømi omanfyri lýsir júst støðuna sum føroyska byggi- og ráðgevaravinnan er í ídag.
Byggiverkætlanir verða gjørdar av útlendskum feløgum.
Verkætlaninar vera projekteraðar av donskum feløgum við føroysku feløgunum sum taskuberarar
verkætlanin í Marknagili verður ídag í stórstan mun projekterað í Danmark
Verkætlanin at leingja flogvøllin varð projekterað í Danmark við føroyingum sum taskuberarar
Seinasta verkætlanin sum er aktuel er útbygging av terminalinum í Vágum. ?Har kappast 4 samtøk, 2 føroysk við útlendskum taskuberarum og 2 donsk við føroyskum taskuberarum.
Tað er stór skomm at føroyskir politikarar, ikki taka størri atlit til at stuðla undir eina vitanarvinnu sum ráðgevaravinnan er, fyri at nøra um og menna tað sum kann lata seg gera í Føroyum.
Eisini fyri at fáa fleiri væl útbúgvin fólk aftur til landið.
Seinastu tvey árini er ráðgevaravinnan niðurlaga við umleið 30-40 fólkum, sum svarar til 1/3 av samlaða samlaðu ráðgevarvinnuna.
Ráðgevaravinnan er uppbygd yvir nógv ár og nógv føroysk servitan er á økinum. Harmiligt er, um hon fer fyri bakka.
Vónandi fáa landsstýrisfólk, býráðs- og landspolitikarar eyguni upp fyri hesum, áðrenn ov seint er.
Kann nakað gerast fyri at tryggja føroysku byggivinnuna eina framtíð?










