Skal leingja Audacious hjá Faroe Seafood

- Avtalan við Faroe Seafood um leingjanina av ísfiskatrolaranum er skrivað og verður undirskrivað fyrsta dagin, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju

Ídnaður

 

Faroe Seafood hevur keypt tveir ísfiskatrolarar úr ávikavist Skotlandi og Írlandi, og ein avtala er klár til undirskrivingar millum felagið, sum nú eigur hesar bátarnar og Tórshavnar Skipasmiðju.

Annar av ísfiskatrolarunum, Audacious, sum er skottarin, skal leingjast á Tórshavnar Skipasmiðju og Gunnar Mohr, skipasmiðjustjóri, veit at siga, at avtalan verður undirskrivað fyrsta dagin.

 

Projektera sektión

Stjórin vísir á, at tá Audacious er longdur, hava bæði skipini, sum Faroe Seafood hevur keypt, umleið somu longd.

- Vit fara at seta 5 metrar upp í skipið, og leingjanin verður framd á sama hátt, sum tá ið vit settu upp í vestmannatrolararnar, Fram og Vestmenning.

Gunnar Mohr sigur, at arbeiðið at projektera sektiónina er longu farið í gongd, og tá hetta er liðugt, verður farið í holt við stálarbeiðið.

 

Effektivur háttur

Hann sigur, at tá sektiónin er liðug, verður skipið tikið upp.

- Ísfiskatrolarin verður nú skorin í tvey, og síðan verður sektiónin sett ímillum fram og afturskipið.

Gunnar Mohr sigur, at Tórshavnar Skipasmiðja hevur góðar royndir við hesum mátanum at leingja skip.

- Hetta er ein effektivur háttur, har skipini eru lutfalsliga stutt úr vinnu, sigur skipssmiðjustjórin.

 

Bíða eftir spaniólum

Faroe Seafood hevur annars tveir nýbygningar í gerð í Vigo í Spaniu og sum skist, er tað drigið nakað út við liðugt gerðini av skipunum.

Tað er FJM í Runavík, sum Tórshavnar Skipasmiðja eigur, ið hevur bygt verksmiðjuna til nýbygningarnar.

- Vit bíða eftir spaniólum, og tá klárt er at fara niður at seta verksmiðjuna upp, fara vit niður hagar, sigur Gunnar Mohr.