Skal lýsa eftir skúlalækna

Skúlaráðið í Havn hevur samtykt at heita á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um at finna ein skúlalækna til Suðurstreymoy sum skjótast

Eingin skúlalækni hevur verið í Suðurstreymi síðani 1997.

Hetta heldur Skúlaráðið saman við skúlastjórunum vera ov galið. Tí hevur Skúlaráðið, saman við skúlastjórunum á teimum kommunalu skúlunum, á fundi 19. oktober samtykt at heita á Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, um at lýsa eftir skúlalækna sum skjótast.

Skúlaráðið vísir á, at fyrst í januar 2001 verða átta kommunalir skúlar í kommununi við tilsamans 2.856 næmingum.

Tí heldur Skúlaráðið tað vera umráðandi at fáa skúlalæknaskipanina at virka sum skjótast.