- Tað er ongin ivi um, at stór undirtøka er í løgtinginum fyri at byggja flogvøllin í Vágum út.
Tað var niðurstøðan hjá Katrini Dahl-Jakobsen, forkvinnu í vinnunevndini hjá Løgtinginum, tá ið orðaskiftið um ætlanina at longja flogvøllin í Vágum, varð liðugt.
Men hóast ongin ivi er um at politisk undirtøka er fyri at byggja flogvøllin út, er tann stóri ivaspurningurin, hvussu nógv hann skal byggjast út.
Tað var í gjár, at Løgtingið skifti orð um uppskotið frá Johan Dahl, landsstýrismanni um at at byggja flogvøllin út.
Hóast talan var um stórmál, var orðaskiftið hvørki serliga drúgvt ella serliga hvast og tað eru nógv smámál, ið hava elvt til bæði drúgvari og harðari orðadrátt enn hetta.
Men tað komst av, at yvirhøvur er ósemjan ikki so stór.
Ongin ivi
Sum forkvinna í vinnunevndina er tað Katrin Dahl-Jakobsen, sum skal svinga dirigentpinninum í teirri víðari viðgerðini og vit hava spurt hana, hvat hon fekk burtur úr kjakinum.
- Eg fekk tað burtur úr, at talan var um eitt gott og positivt orðaskiftið, sum vísti, at ongin ivi er um, at semja er um at byggja flogvøllin út, sigur hon.
Men hon sigur eisini, at tað er neyvan undirtøka fyri at fyri teirri størri útbyggingini, sum landsstýrismaðurin stakk út í kortið.
Tann loysnin er at leingja vøllin út á 1799 metrar og at byggja farstøðina út fyri tilsamans 412 milliónir.
Orsøkin til, at vøllurin skal leingjast til 1799 metrar og ikki til teir snøggu 1800 metrarnar, er, at verður vøllurin 1800 metrar, verða heilt øðrvísi og strangari trygdarkrøv sett til hann.
Ikki meiri enn 365 milliónir
Útbyggingin verður fíggjað úr íleggingargrunninum, haðani 365 milliónir eru markaðar til útbyggingina.
- Eg hefti meg við, at yvirhøvur halda løgtingslimir, at vit skulu halda okkum til tær 365 milliónirnar og at útbyggingin ikki skal kosta meiri enn tað.
- Men so mugu vit afturfyri tryggja okkum, at vit sum mest burtur úr pengunum, leggur hon afturat.
Forkvinnan í vinnunevndini sigur, at landsstýrismaðurin hevur raðfest útbyggingina soleiðis, at fyrst og fremst skal vøllurin leingjast út á 1799 metrar, so má farstøðin heldur dvína.
- Tað merkir so, at farstøðin ikki verður bygd so nógv út, um ætlanin var.
Hon sigur, at summir tinglimir reistu eisini spurningin um, hvussu stór nytta er í at leingja vøllin út á 1799 metrar, heldur enn á 1600 metrar.
- Spurningurin er, hvat vit fáa burtur úr við atliti at trygd og reglusemi við at leingja vøllin hesar 199 metrarnar eyka.
Serliga hevur hon eisini lagt til merkis, at flogskiparafelag Føroya hevur boðað frá, at hvørki hvat viðvíkur trygd ella reglusemi, fæst nakað serligt burtur úr at leinga vøllin í Vágum.
Lurta eftir øllum
Katrin Dahl-Jakobsen sigur, at nú málið er komið í vinnunevndina, fer nevndin at kalla allar partar, sum hava servitan um málið, í nevndina til hoyringar.
- Higartil er bara Vága Floghavn hoyrd í málinum, men í vinnunevndini fara vit eisini at hoyra sjónarmiðini hjá flogskiparum, Landsverki og kanska øðrum pørtum við fyri at lata okkum so væl í sum gjørligt áðrenn avgerðin verður tikin.









