Hilmar Simonsen
Knústar fløskur flóta yvir alt í føroysku náttúruni. Hetta er til stóran ampa fyri bæði børn, vaksin fólk og fæ. Samstundis vil stjórin í Føroya Bjór hava Hoyvíksavtaluna útsetta ella strikaða, tí hon fer at geva glasfløskum kapping.
Í seinastuni hevur stjórin á Føroya Bjór gjørt vart við, at hann ikki er fegin um Hoyvíksavtaluna, tí hon millum annað fer at lata upp fyri innflutningi av øli og sodavatni í blikkum og øðrum einnýtisíløtum úr grannalandinum fyri vestan.
Eingin kann siga hann ringan fyri, at hann roynir at gera sína vinnupolitisku ávirkan galdandi í egnum heimlandi og forða fyri, at hansara fyritøka fær kapping frá útlendskum fyritøkum, sum eisini framleiða øl og leskidrykkir. Hann hevur víst á, at Føroya Bjór hevur gjørt íløgu í eina fløskureturskipan, og at hetta er ein feilíløga, um íslendskir drykkir í einnýtisíløtum koma at standa á føroysku keypmanshillunum.
Ein hevur mangan undrast á, hví tað er loyvt at selja drykkir í glasfløskum í Føroyum, tá tað ikki er loyvt at selja í blikkdósum. Serliga torskilt blívur tað, tá grundgevingin fyri tílíkari lóggávu verður søgd at vera, at glasfløskur eru meiri umhvørvisvinarligar enn blikkdósir!
Gongur tú ein túr eftir Havnargøtum ein vanligan dag, so kanst tú vera so gott sum 100 % vísur í, at tú rennir teg í eina rúgvu av sorlaðum fløskum tað verið seg eftir gongubreytini, á vegnum, inni millum bygningar, inn móti húsaveggjum, í bussskýlum, og á parkeringsplássum. Eru tiltøk eitt nú Ólavsøka so stendur heilt av skriðuni til. Tá sleppir tú at brúka náttina til at pilka glassplintur úr svartaskónum.
Hevur Føroya Bjór gjørt íløga í eina maskinu, sum verður torfør at vinna inn aftur, um glasfløskur fáa kapping frá øðrum emballagum, so er tað harmiligt fyri Føroya Bjór. Men tað kann ikki vera rætt at smíða ella splintra landsins lógir soleiðis, at bann verður sett móti fríari kapping av drykkum, tí Føroya Bjór hevur gjørt íløgu í eina maskinu. Serliga ikki um umhvørvið skal gjalda prísin.
Vildu politikarar umhvørvinum væl, so áttu teir at lóggivið soleiðis, at munandi hægri pant varð lagt á øll sløg av emballagu. Ein króna fyri eina fløsku er so láturligt, at eitthvørt smábarn heldur gevur eini liggjandi fløsku eitt spark, so hon fer í knús, enn at samla hana upp.
Varð pantið fyri eina fløsku sett upp í 10-15 krónur, so høvdu vit helst sæð eitt reinari umhvørvi. Tað sær út til, at tað má svíða í pengapunginum, áðrenn tað munar nakað.
Lat tað loksins verða nevnt, at tað ber væl til at leggja pant á blikkdósir, so sum gjørt verður í Noregi til dømis umhvørvinum at gagni.