Á vinnudegnum, sum verður hin 28. september, verður kjak um, hvørt føroysk vinna skal hava sersømdir ella ikki.
- Eru vit nóg errin av egnum vinnulívi og hava myndugleikar, vinna og brúkarar skyldu til at hjúkla um føroyskar fyritøkur, vørur og tænastur?
Tað er ein av spurningunum, ið settir verða sum grundarlag undir kjakinum.
At kjakast um hesi og onnur viðurskifti hevur Vinnuhúsið fingið Maluna Johansen, búskaparfrøðing, Fróða Magnussen, stjóra á Formula og Árni Winther, stjóra hjá Árna Winther Arkitektar.
Yvirskipaða evnið á Vinnudegnum í ár er Heimamarknaður heimsmarknaður.