Skal helst fyllast næsta ár

- Gongst sum ætlað, verður fult virksemi á nýggja ellis og røktarheiminum í Vági við árslok í 2011. Tað sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum við Hans Paula Strøm, løgringsmann.

Hann hevur funnist hvassliga at ætlanini um, at spara í eldrarøktini í Suðuroy so at bara 18 fólk verða tikin inn á nýggja ellis- og røktarheimið í Vági, hóast pláss er fyri 24.

Men samstundis skulu átta tvímannakømur á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri gerast um til einmanskømur næsta ár.

Sostatt verður samlaða roknistykki, at tað verða 16 nýggj ellis- og røktarheims í Suðuroy, tá ið fult virksemi er í heiminum í Vági.

Annars var ætlanin, at bara 18 búfólk skulu takast inn í nýggja heimið í Vági fyri at spara.

Hans Pauli Strøm hevur eisini kallað hetta álitisbrot í samgonguni.

Men Rósa Samuelsen sigur, at enn óvist nær ellis- og røktarheimið í Vági kann takast í nýtslu.

Men tá ið slík heim lata upp, verður leiðarin settur fyrst. Leiðarin setur síðani hini starvsfólkini. Tá heimið er klárt at taka í nýtslu, verður farið at taka ímóti búfólkum, og vanliga er tað gjørt líðandi yvir eitt ávís tíðarskeið og vanliga verða øll ikki tikin inn á beinanveg.

Einaferð skuldi tað lata upp 1. mars, nú verður tað kanska 1. mai og sostatt verður raksturin næsta ár bíligari.

Hnvegin førir tað so aftur við sær at útreiðslurnar til heimarøktina økjast, ístaðin fyri.

- Men Hans Pauli Strøm ikki stúra. Nær búfólk verða tikin inn á røktarheimið í Vági veldst um, nær heimið er klárt at taka í nýtslu og upphæddini, ið er avsett á samtyktu fíggjarlógini. Men gongur alt gongur eftir ætlan, so búgva 24 búfólk á røktarheiminum, tá komið er til ársenda, sigur Rósa Samuelsen.

- tí gongst sum ætlað, verður fult virksemi á heiminum í Vági við árslok næsta ár.