Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Jón Brian Hvidtfelt, vísir staðiliga aftur, at talan er um nakra avtalu um tíðindi fyri lýsingar - Tvørturímóti, tað er eingin, óansæð hvør hann er, sum kann keypa sær tíðindi í Kringvarpinum. Tað er eisini politikkurin hjá Kringvarpinum, leggur Jón Brian Hvidtfelt dent á.
Harafturat vil hann sláa fast, at allur tíðindaflutningur í Kringvarpinum verður viðgjørdur eftir journalistiskum kriterium.
- Men at henda ráðstevnan verður viðgjørd í okkara miðili og í øðrum miðlum er tí, at henda ráðstevnan hevur eitt stórt tíðindavirði og kann verða eitt stórt fakligt input í samband við tað kjakið, ið verður um Føroyar og Evropa tær næstu vikurnar. Tað er altso ikki nakað við at vit hava keypt okkum nøkur tíðindi, vísir Jón Brian Hvidtfelt á.