Dorthe Pedersen
Tá beiggi mín sum 22-ára gamal segði okkum í familjuni frá, at hann var samkyndur, gjørdist eg sera glað hansara vegna og var errin av honum, tí hann var so djarvur og strálaði av sjálvsáliti og dirvi. Seinni, tá henda spontana gleðin hevði lagt seg, byrjaðu óttafullir tankar at stinga seg upp, tí væl visti eg, at samkynd ikki verða eins og væl viðfarin av øllum. Og als ikki í Føroyum, sum vit hava verið vitni til gjøgnum longri tíð. Tað er nívandi og hart at leggja oyra til sera niðurgerandi og hatsku orðingarnar, enntá eisini frá landsins ovastu, mótvegis teim samkyndu. Serliga aftan á seinasta tilburðin, sum eg sum systir at einum samkyndum leingi havi verið bangin um: at ein samkyndur varð álopin, háðaður og bukaður orsaka av, at hann var samkyndur. Og verri enn tað: hann hevur aftan á hesa meiningsleysu og ómenniskjasligu viðferð verið ákærdur fyri at vera “grenjutur” og “sjálvur at hava havt skyldina”! Tað, at løgreglan ikki hevur heimild at gera nakað í hesum málið, vísir klárt og týðiligt, at tey samkyndu hava hjálp fyri neyðini. Tað er tí við djúpastu samkenslu við familjuni hjá Rasmusi og við tonkunum um framtíðina fyri okkara samkyndu í Føroyum, at eg eggi til, at lógin MÁ endurskoðast.
Í sendingini “62 norður” hjá ÚF frá týsdegnum 10.10.06, har Alfred Olsen var gestur, ringdi Mortan Rasmussen inn og segði, at høvdu álopini á Rasmus verið framd í USA, hevði tað verið viðgjørt sum “hate crime”. Tíverri gjørdu hvørki journalisturin ella Alfred Olsen nakað burtur úr hesum fyribrigdinum, møguliga tí tey ikki høvdu hoyrt um tað fyrr. Hugtakið ”Hate Crime” ella ”haturs ágangur” skilir seg frá øðrum lógarbrotum við tað, at orsøkin til brotsgerðina er hatur mótvegis einum einstøkum minniluta. Offrið er sostatt umboð fyri nakað, sum gerningsmaðurin er ímóti, og orsøkin til brotsgerðina hevur harvið einki við persónlig viðurskiftir millum offrið og gerningsmannin at gera. Við øðrum orðum er talan um fullkomiliga meiningsleysan ágang.
Beiggi mín lesur fyri tíðina í Danmark. Sum støðan er í Føroyum nú, hevur hann sjálvsagt ongan hug at flyta aftur. Eiheldur hevur hann hug at stegða leingi heima í frítíðini, tí sum hann sigur “hetta er ikki eitt verandi stað fyri meg”. Er tað hetta, tit vilja uppnáa: at okkara samkyndu flyta av landinum?! Tit politikarar, sum í sínari tíð atkvøddu nei til, at tey samkyndu skuldu nevnast í antidiskriminatiónslógini? At viska tey samkyndu burtur, at fortreingka tey, ber kanska til í eitt stutt tíðarskeið. Men vit eru mong, sum ikki vilja finna okkum í, at hesin minnilutabólkurin verður goymdur og gloymdur, tí tey samkyndu hava altíð verið, eru og fara altíð at vera ein (minniluta)partur av einum og hvørjum samfelag! Hóast vit ikki eru samd um etiskar spurningar, eiga vit at hava virðing hvør fyri øðrum.
Hetta er tí ein innilig áheitan til tykkum politikarar um at ganga uppskotinum hjá Finni Helmsdali um at broyta antidiskriminatónslógina á møti!