Skal greiða frá nær farið verður undir tunlarnar Norður um Fjall

Tunlarnir Norður um Fjall eru, enn eina ferð, endaðir á borðinum hjá landsstýrinum

 

Nær verður sett á at gera tunlarnar Norður um Fjall?

Tað vil nývaldi tingmaðurin fyri Miðflokkin, Steffan Klein Poulsen, nú hava at vita frá nýggja landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jørgeni Niclasen.

Og hann vil eisini hava at vita, hvussu teir skulu fíggjast.

Í viðmerkingunum til spurningin, endurtekur Steffan Klein Poulsen tað, sum er sagt óteljandi ferðir um verandi tunlar Norður um Fjall.

– Tunlarnir norður um Fjall hava tænt fyri seg og teir klára ikki at svølgja nógvu ferðsluna í dag, staðfestir hann.

– Í 2018 koyrdu 1.378 akfør ígjøgnum teir um dagin í miðal, og av teimum vóru 89 lastbilar.

– Lastbilarnir sleppa ikki inn í øll víkiplássini og tað elvir mangan til ruðuleika í tunlunum, leggur hann afturat.

Hann vísir á, at longu í 2009 samtykti Løgtingið at fara undir nýggjar tunlar Norður um fjall, men tað vórðu ongantíð játtaðir nakrir pengar til endamálið.

Tøl frá Landsverki vísa, at tunlarnir norður um Fjall hoyra til tann bólkin av tunlum, har meira enn eitt óhapp henda fyri hvønn kilometur um árið, og tað er tann vandamiklasti bólkurin av tunlum.

– Fremmandir bilførarat koyra mangan seint og viðhvørt gera teir ímóti ferðslureglunum og tað kann seta ferðsluna í eina sera vandamikla støðu.

– Vinnulívið er eisini nógv darvað av hesum fløskuhálsinum. Tað er serliga farmur við stórum lastbilum, sum er torførur at fáa norður, og av tí sama verður flutningurin dýrur.

 – Vanligir lastbilar, betongbilar og trailarar, sleppa ikki gjøgnum tunlarnar, tí tað eru bara nakrir serbygdir lastbilar, sum sleppa ígjøgnum teir, sigur Steffan Klein Poulsen.