Í landsrættinum vórðu teir fýra mennini í leiðsluni í falna Eik Banka dømdir. Nú eru teir fríkendir fyri stórt endurgjaldskrav.
Rætturin sigur, at menninir ikki skulu gjalda endurgjald fyri tapið hjá bankanum í tveimum lánsmálum.
Dómurin er ein broyting av áður falna dómi í lasndsrættinum, har teir fýra vórðu dømdir at rinda 28,6 milliónir krónur pluss rentur, so tað tilsamans snúði seg um 42,6 milliónir krónur.
Teir fýra, sum nú fáa pengarnar aftur, eru fyrverandi nevndarformaðurin Marner Jacobsen, næstformaðurin Henrik Ørsted eins og stjórarnir Jesper Søndberg Clausen og Kim Michael Sandberg.
Í landsrættinum hevði Finansiel Stabilitet gjørt krav upp á 250 milliónir krónur fyri tað tap, sum stóðust í bankanum, sum hoknaði í 2010.
Landsrætturin fríkendi hinar báðar í málinum – ein nevndarlimur og ein stjórnarlimur. Grannskoðarafelagið varð eisini fríkent, men tann parturin av dóminum varð ikki kærdur til Hægstarætt.
Í Hægstarætti hevur málið snúð seg um, hvørt teir seks fyrrverandi bankamenninir høvdu endurgjaldsskyldu fyri tvey ávís lánsmál.
Og tað høvdu teir ikki, er niðurstøðan hjá Hægstarætti.
Annað lánið var til Schaumann-konsernina. Tað var tann parturin, sum útloysti endurgjald í landsrættinum, men ikki í Hægstarætti.
Evstri dómstólur í ríkinum kom til ta niðurstøðu, at eingin í leiðslu bankans hevði handlað soleiðis, at hann kom undir ábyrgd við játtanini av láninum.
Hitt snýr seg um felagið Sydporten, sum fekk lán til bygging. Her staðfestir Hægstirættur avgerðina hjá landsrættinum um, at leiðslan ikki skal gjalda endurgjald. Landsrætturin kom til ta niðurstøðu, at stjórarnir Biran Toft og Jesper Clausen sviku, tí ongarspekulanturin Vagn William Andersen í Sydporten kundi taka pengar út, sum hann ikki hevði rætt til.
Harumframt var Brian Toft »sum útgangspunkt endurgjaldssekur« fyri tap, sum uppstóðu, tá Eik Banki kom at hanga upp á eitt lán upp á 81 milliónir í staðin fyri 27 milliónir.
Men endurgjaldskravið var fyrnað, tá tað varð sent 27 dagar ov seint til rættin. Tí hevur Hægstirættur als ikki tikið støðu til, um tað snúði seg um at koma undir ábyrgd í hesum føri.
Eik Banki, sum hevði sínar røtur í Føroyum, hoknaði í 2010, og síðani tók Finansiel Stabilitet yvir eftirlitið við restini.
Umframt at Finansiel Stabilitet ikki fær rætt til endurgjaldskrav, stendur eftir við ein størri milliónakrokning fyri sakarmálskostnaðin í rættinum.
Í landsrættinum stóð felagið til at gjalda sakarmálskostnaðin upp á umleið 40 milliónir krónur.
Men Hægstirættur hevur lagt 2,5 milliónir krónur oman á rokningina frá landsrættinum, og síðani eru komnar útreiðslur upp á 15 milliónir krónur í Hægstarætti, so tann samlaða upphæddin verður upp á 57,5 milliónir krónur.
Málið um Eik Banka er bara eitt av fleiri málum, sum Finansiel Stabilitet hevur lagt ímóti stjórum í bankum, sum fóru á húsagang undir fíggjarkreppuni.
/ritzau/