Jógvan var seinastur av luttakarunum í kvøld, og eru lurtararnir á leið samdir við dómarunum, so er eingin vandi fyri, at Jógvan verður sendur heim í kvøld.
Remee rósti Jógvani fyri, hvussu nógvar facettir Jógvan hevði. Ein niðurstøða, sum Blachmann var púrasta samdur í.
Skalluti og aloftast bersøgni dómarin hevði einvíst rósandi orð at bera Jógvani, og tá Line Rafn, sum væntað hevði róst sínum luttakara, helt Blachman, at tey skuldu taka eina skál fyri Føroyum.










