Skal Føroyahúsið hava einkarrætt

Ólavur á Heygum


Vinarliga gev mær innivist fyri hesi grein, tí tað skyldi eg teimun, sum hava stuðlað meg, bæði til tað fyrstu Nordurlanda róðrar- og mentanarstevnu, sum var á Tvøroyri í 2002 og til stevnuna í Slesvig 2004.
Tað, sum einaferð var eitt gott hugskot og var við til at menna okkara tjóðarítrótt í útlegd, kappróður, hevur fingið eitt skot fyri bógvin.
Í 1987 tók eg stig til at fáa kappróður við føroyskum bátum í Danmark, serstakliga við teirri fyrstu "Færø Regatta" í Hundige Havn. Tiltakid tá fekk dyggan stuðul frá Heðini Mortensen í Í.S.F., sum samskipaði tað at lána fýra kappróðrabátar úr Føroyum, eins og Skipafelagið Føroya stuðlaði við at flyta bátarnar niður ókeypis. Tað vóru menn og virki, sum høvdu tann rættan andan til frama fyri føroyskan ítrótt í útlegd.
Soleiðis varð grundarlagið lagt fyri at stovna "Áhugafelagið Neystið" í Ishøj Havn, har allar kappróðrastevnur vid "Færø Regatta", eru hildnar til navnið bleiv broytt til "Atlantic Airways Færø Regatta" fyri fáðum árum síðani.
Seinni var eg eisini vin til at stovna "Bátsmanningin 10-mannafarið Tvørábáturin" í 1999.
Í 2002 varð fyrsta stig tikið til Nordurlendsku róðrar- og mentanarstevnuna, sum varð hildin í august mánaði á Tvøroyri. Hettar tiltak fekk so góða undirtøku og har vóru bæði luttakarar frá "Dansk forening for Rosport", umframt 50 rógvarir frá Gällaran Brennö vid Gøteborg í Svøríki, eins og hetlendingar, normenn og finnlendingar eisini vóru við. Stevnan var avbera vælfagnað frá gestum. Ella sum ein svii segði. "Det var den mest underbara oplevelse" hann hevði havt.
Í fjør varð so Norðurlanda róðrastevna hildin í Slesvig í Tyskland. Eitt stórt arbeiði varð gjørt fyri at fremja tiltakið. Tað vóru kanska 200 fólk ella fleiri frá Føroyum, eins og herbúgvandi føroyingar. Har vóru róðrarfólk, listafólk, kórsangarar, kvæðarar. Føroyar var við id øllum, sum fór fram og var tí væl umboðað. Sjónvarp frá Norðurtysklandi sendi frá Hamburg. Ferðaráð Føroya sendi ferðafaldarar, sum undurritaði fekk latið ferðamannastovum í Slesvig, har eg eisini sjálvur møtti upp og greiddi frá Føroyum.
Tiltakið varð fíggjað við stuðuli frá A.P.Møller og hustru Chastine MC-Kinney Møller fond til Almenne formaal, Ferðaráði Føroya, Flogfelagi Føroya, Hotel Hafnia og Atlantic Airways. Og tað var Joachim prinsur av Danmark, sum setti stevnuna og Gudrun Solja Jacobsen sang so øll hjørtur blotnaðu.
Sviar vóru aftur hesa ferð, vælumboðaðir. Aftaná varð tosað um kanska, at fyrireika næstu Norðurlanda róðrar- og mentanarstevnu í 2006 á Brennö vid Gøteborg.
So langt so gott.
Men ongin succes uttan eisini meinbogar. Tá ið Slesvigstevnan hevdi verið undur fyrireiking í tvey ár, kom eitt trøll undan kavi, at nú vildi Føroyahúsið gera eina líknandi stevnu á Bryggen, Keypmannahavn, vikuna ádrenn vit skuldu fara til Tyskland. Jú, nú vildi leiðarin á Føroya-húsinum, Martin Fjallstein, kalla inn umboð fyri øll feløgini til fundar. Fyrst kom tað dátt við hjá mær, men eg fór til fundar.
À hesum fundi legdi hann fram eitt tiltak, sum skuldi kallast Ólavsøkuhald í Keypmannahavn. Tað sum hevði við bátar at gera, ljóðaði sum um at bara onkur føroyskur bátur við seglum frá Víkingasavninum, skuldi "damla" framvið, men so skuldi annars undurhald vera við føroyskun dansi og onkrum orkestri.
Tá ið ein tíð var fráliðin, ljóðaði, at tað skuldi bæði verða kappróður og framsýningarróður og mangt annað á Bryggjuni.
Kappróður og framsýningarróðurin vóru annars høvuðstættirnir á Slesvigstevnuni. Her óraði eg beinanvegin ilt, tí nógv av teimun hjálparfólkunum, sum vóru til Ólavsøkuhald á Bryggjuni, vóru tey somu, sum skuldi gera okkurt til slesvigdagarnar eina viku aftanná.
Men, tað var ikki alt. Á fundi hjá Tvørábátinum, geri eg vart við at trailarin hjá okkum má byrja at koyra bátar til Slesvig áðrenn Ólavsøkuhaldið.
Tá hevði Martin Fjallstein longu manipulerað okkara limir til at ganga ímóti mær og at halda bátarnar aftur til Ólavsøkuhaldið. Hann teknaði seg sum lim í felagnum og hevði fríar ræsur, at manipulera fólk ímóti mær, eitt nú við at senda brøv til limirnir á Tvørábátinum, tá ið eg kallaði inn til eykaaðalfund fyri at ganga ímóti hesum fundi.
Alt tað, sum var fyrireik-að hjá mær til Slesvigstevnuna, mátti broytast. Vit fingu ein bátaflutning, sum kostaði 37.000 krónur við lastbili, sum kundi verðið gjørdur fyri 17.000 kronur við trailara, sum felagið eigur sjálvt.
Eg var í Føroyum og skuldi vera við til Jóansøku, men mátti fara niður í ótíð og kalla til fundar fyri at fáa skil á fyrireiking-unum, sum ikki vóru í lagi og tað gav mær ovurhonds eykaarbeiði.
Hvat er hetta fyri eitt samarbeiði. Skal Føroyahúsið hava monopol upp á alt virksemi á Keypmannahavnarleiðini? Til tað fær Føroyahúsið 1.500.000 krónur um árið frá føroysku skattaborgarum. Og sum verri er, skal tað køva alt privatinitiativ, sum verður framt fyri føroyskan mentan, sum onnur takast við. Hevur Føroyah-úsið keypt nakran bát? Hevur Føroyahúsið nakra atløgubryggju? Hevur Føroyahahúsið nakad neyst? Nei!!!! Tað hava vit onnur, við likam, sál, sveittabroti og nógvari av okkara frítið fingið til vega. Hví skal Føroyahúsið blanda seg í alt ?
Í fyrstuni skuldi Ólavsøkuhaldið bara vera eina ferd. Nú verður lýst í øllum fjøldmiðlum, at Føroyahúsið skal standa fyri hesum á hvørjum ári. Eftur mínum tykki, er tað bert einastaðni at hettar navni má framberast, nevniliga í Tórshavn og onga aðrastaðni.
Eg hevdi gjørt nakad av fyrireikingum fyri at hjálpa svium fyri at seta eina stevnu fyrst í august 2006. Tá ið tað so verður kunngjørt í fjøldmiðlum, at ein bólkur fundast í Føroya-húsinum um at fyrireika "Ólavsøkuhald" á hvørjum ári, so eru undirritaði og sviar farnir at ivast, um vit hava orku at kappast ímóti slíkari andstøðu um vit ikki fáa almennan stuðul.
Eg meini eisini, at ein leiðari í Føroyahúsinum átti ikki at verið limur í nøkrun av teimun feløgum, sum húsast har. Ein almennur stovnur eigur at vera óheftur av øðrum. Vit hava biðið Mentanaráð Føroya, sum hevur eitt umboð í Umboðsmannanevndina hjá Føroyahúsinum um at gera eina stevnu annahvørt ár, so at eitt Ólavsøkuhald verður í 2005. So kunna sviar standa fyri einari Norðurlandastevnu í 2006 og aftur Føroyahúsið á Bryggjuni í 2007. Ella skal Føroyhúsið í Keypmannahavn hava einkarætt up á alla føroyska mentan í Danmark.
Hetta var ikki alment kent enn.
Tá ið so leiðarin í Føroyhúsinum fortelur alment í Føroyahúsinum, um mína kæru og at hann sjálvur hevur gjørt viðmerkingar, má eg í sjálvverju fortelja við hesi grein, hvussu leikur er farin fram. Eg helt, at tað var tagnarskylda hjá teimum, sum hava málið um hendur, tað var endaliga avgreitt.
Um tað ikki verður eftirlíkað, sum biðið er um, vil eg takka fyri stóran stuðul úr Føroyum til tær stevnur, sum eru hildnar, serstakliga Tvøroyrar bygd. Men vit hava ikki orku til at stríðast framhaldandi ímóti andstøðu ímóti Norðurlanda Róðrar- og Mentanar-stevnum í norrønum umhvørvi.
At enda skal eg upplýsa, at, soleiðis sum leikur er farin fram, var tað rætta hjá mær at fara frá sum formaður í 10-mannafarinum Tvørábátinum og soleiðis bleiv gjørt í heyst.

Kærar heilsanir til allar vinir í Føroyum