Skal fáa ein virðiligan enda

Málið um tey 22 grønlendsku børnini, sum blivu tvingsilsflutt til Danmarkar í 1951, skal fáa ein virðiligan enda. Tað er høvuðsmálið hjá grønlendska landsstýrisformanninum, Kuupik Kleist, tá hann í næstu viku fer til Keypmannahavnar at hitta Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra.

Landsstýrisformaðurin, sum hevur lýst málið sum ?eina byrðu í tí søguliga ryggsekkinum?, sigur við KNR, at loysnin kann vera ein donsk umbering, ein kanning ella ein fyrigeving.

Umframt børnini skal fundurin eisini umrøða veðurlagsbroytingar og annað.