Í PSG óttast tey, at Neymar er langtíðarskaddur aftur.
Tá góður tími var spældur av dystinum millum PSG og Strasbourg í gjárkvøldið, fór Neymar haltandi av vøllinum. Nú eru tey bangin fyri, at hann er langtíðarskaddur.
- Bæði Ney sjálvur og læknin eru óttafullir, tí talan er um sama fót og sama stað á fótinum, sigur Thomas Tuchel, venjari hjá PSG. Hann sipar til, at í fjør vár mátti Neymar skurðviðgerast fyri ein skaða í høgra fóti. Tá bleiv ein skrúa sett í fótin fyri stuðla lekingini.
Í fronsku landskappingini stendur heilt væl til hjá PSG, sum liggja 13 stig á odda, men mitt í februar byrjar Champions League aftur, og tí óttast tey, at Neymar kanska ikki verður tøkur til dystirnar móti Manchester United 12. og 20. februar.
Fyrstu kanningarnar benda á, at skaðin er brotin upp aftur. Felagið sigur, at viðgerðin næstu dagarnar fer at vera avgerandi fyri, hvat má gerast víðari. Enn hevur felagið einki sagt, um skaðin fer at hava ávirkan á Champions League vónirnar hjá PSG og Neymar.










