Kabarettin, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir á Norðoyastevnu, hevur fingið so mikið góða móttøku, at neyðugt verður við einari eykasýning í annaðkvøld klokkan 20. Frumframførsla var í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjárkvøldið, har hundraðtals norðoyastevnugestir fingu mýkt láturvøddarnar fyri hvørt oyra. Stutt var millum látur og lógvabrestir og sambandið millum pallin og salin var gott.
? Badmintonhøllin var í gjárkvøldið stúgvandi full til sýningina og ikki meir enn hálvtalað orð, so brast láturbumban í Badmintonhøllini. Ein sera væl framførd kabarett, har skotið varð í allar ættir, skrivar Norðlýsið, sum hevði verið og hugt.
Ein sýning verður aftur í kvøld klokkan 21, men hon er við at verða útseld, so tí verður ein eykasýning í annaðkvøld, sunnukvøldið klokkan 20. Atgongumerki à 180 krónur fáast til keyps á heimasíðuni www.nlh.fo og hjá FAST í Klaksvík.