Skaðiligt at flagga við Dannebrog í Reykjavík

Umboðan: Tað er ikki einans láturligt, men beinleiðis skaðiligt, at Dannebrog skal veitra yvir føroysku sendistovuni í Reykjavík, heldur Poul Michelsen. Í morgin leggur hann uppskot fyri Løgtingið um, at einans Merkið verður vundið á stong á nýggju sendistovuni

Í fyrradagin var íslendski konsulin í Føroyum, Poul Mohr, úti við stóru rívuni eftir løgmanni, tí tað eftir øllum at døma ikki skal bera til at veitra við føroyska flagginum yvir eini komandi sendistovu í Reykjavík. Nú er ein annar Poul, hesuferð við eftirnavninum Michelsen, úti í somu ørindum.
Løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi hevur júst latið Tinginum eitt uppskot, sum gongur út upp á at áleggja løgmanni, at Merkið verður einasta flaggið, ið skal veitra yvir tí føroysku sendistovuni, sum er tann fjórða í røðini. Hinar sendistovurnar liggja ávikavist í Brüssel, London og Keypmannahavn.
Eins og Poul Mohr vísti á í Degi & Viku týskvøldið, sigur Poul Michelsen, at Ísland er einasta tjóð í heiminum, sum viðurkennir Føroyar sum eitt land.
- Alla aðrastaðni eru við á pappírinum danir. Tí er tað heilt burturvið, at vit júst í Íslandi, sum vit hava eitt langt søguligt samstarv við, alment at geva okkum út fyri at vera danir. Hetta er ikki einanst láturligt, men beinleiðis skaðiligt, tí vandi er fyri, at nógvir íslendingar ikki fara at taka okkum fyri fult longur, sigur Poul Michelsen.
Fyrrverandi borgarstjórin í Havn vísir á, at føroyingar altíð hava samráðst og samstarvað sjálvstøðugt við íslendingar, og at tað er eitt fullkomiliga misvísandi signal at senda í íslendska høvuðsstaðnum, at vit nú koma undir Dannabrog.

Eingin løgfrøðislig grundgeving
Poul Michelsen vísir á tvey dømi, har viðurkenningin í Íslandi hevur havt stóran týdning fyri Føroyar. Tað fyrra var strembanin at fáa altjóða viðurkenning innan ítróttin, har Ísland var tað fyrsta landið at stuðla Føroyum. Millum annað at faa sjálvstøðugan limaskap í FIFA. Hetta minnist Poul Michelsen sera væl, tí hann í sjeytiárunum var formaður í fótbóltsdeildini hjá ÍSF, áðrenn FSF varð stovnað í 1979.
Seinna dømið stavar frá tíðini sum borgarstjóri í Tórshavnarn Kommunu frá 1980 til 1992, tá Havnin royndi at koma inni í Norðurlendska høvuðsstaðarsamstarvið. Hetta eydnaðist takka verið íslendingum, sigur Poul Michelsen.
- Eg kenni íslendingar so mikið væl, at teir fara at halda tað vera láturligt, um vit leggja okkum undir Dannebrog. Teir hava altíð sæð okkum sum føroyingar og ikki danir, sigur løgtingsmaðurin, sum ikki gevur eitt oyra fyri, at tað løgfrøðisliga ikki skal lata seg gera.
- Hetta er beinleiðis tvætl, ja, ein uppfunnin trupulleiki, ið als ikki hevur nakað við veruleikan at gera. Sjálvandi fáa vit loyvi at flagga við okkara egna flaggi, um nakar vilji er til tað.
Poul Michelsen óttast ikki fyri, at tað fer at koma hartil, at Dannebrog verður vundið á stong í Reykjavík. Hann ivast ikki í at fáa undirtøku fyri eini løgtingssamtykt, sum skal áleggja løgmanni at flagga við Merkinum, tá sendistovan letur upp seinni í ár.
Skuldi tað mótsatta hent, fer hann at virka fyri, at sendistovan ikki fær heitið sum sendestova, men sum umboðsstova, og tá er einki til hindurs fyri at brúka føroyska flaggið.


Myndatekstur: (Álvur finnur mynd av PM)
Poul Michelsen, løgtingsmaður, er beinleiðis firtin yvir, at Dannebrog skal veitra yvir eini nýggjari, føroyskari sendistovu í Reykjavík, ið letur upp seinni í ár. Tí leggur hann uppskot fyri Løgtingið, sum hevur til endamáls at áleggja løgmanni at brúka føroyska flaggið