Ætlanin var at ein brunnbátur skuldi brúkast til farmaflutning til og úr Skúvoy men skúvoyingar settu seg ímóti tí og teir fingu sín vilja
Tað verður framvegis Ritan, sum fer at røkja farmaflutningin til og úr Skúvoy.
Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Ì løgtinginum spurdi Páll á Reynatúgvu um tað er rætt, at skúvoyingar fara at missa farmatúrarnar hjá Rituni og ístaðin skulu dúva uppá neyðloysn við einum brunnbáti til farmaflutning.
Tað er nú at siglingin til Nólsoyar skal økjast, at Strandferðslan ætlaði at taka Rituna úr farmasiglingini til Skúvoyar og at lata ein brunnbát føra farmin til og úr Skúvoy.
Landsstyrismaðurin vísti á, at Ritan siglir við farmi til og úr Skúvoy hvønn týsdag og ætlanin var at bøta um farmaflutningin til og úr oynni við at lata brunnbátin Dragaberg sigla við farminum ístaðin.
Støðan er tann, at viðrar ikki týsdagar hjá Rituni, kann farmaflutningurin til Skúvoyar verða seinkaður í fleiri dagar og enntá í vikur.
Men skúvoyingar hava mótmælt hesum og sostatt hevur Strandferðslan slept ætlanina.
Sostatt fer Ritan framvegis at flyta farm til Skúvoyar hvønn týsdag. Viðrar ikki, er ætlanin at royna at finna aðra loysn, so at farmaflutningurin ikki verður seinkaður órímiliga leingi.
Annars ætlar Strandferðslan at gera royndir við øðrum farmaflutningi til og úr Skúvoy fyri at vita um tað ikki ber til at bøta um tænastuna og reglusemið í hesum flutningi.









