Skótahúsið við Løkin tikið í nýtslu

Leygardagin verður nýggja skóthúsið hjá KFUM-Skótunum við Løkin í Runavík tikið í nýtslu.

Allur leygardagurin er settur av til at markera ta stórhending, at hesin skótabólkur nú fær nýggj og góð høli at virka í. Byrjað verður við gudstænastu kl. 13 í Glyvra Kirkju, har úlvar og skótar skipa fyri.

Klokkan 14-18 verður høvi hjá almenningi at síggja og royna nýggja skótahúsið við Løkin og serstaka økið uttanum.

Umframt alment hátíðarhald við talum, hornblástri og mati verður skótavirksemi fyri børn í øllum aldri ymsastaðni í økinum.

KFUM-Skótarnir á Glyvrum vórðu stovnaðir 10. juni í 1983 og er hátíðarhaldið samstundis 30-ára føðingardagshald hjá skótaliðnum.