Skósølan við Gøtugjógv í nýggjum handilshølum

Mikudagin 9. februar 2005 lat Skósølan við Gøtugjógv upp nýggjum handil.

Handilin er fluttur í størri hølir norðan fyri kirkjuna við Gøtugjógv. Gólvvíddin í handlinum er nú 53 ferðmetrar umframt goymsluhølir.

Skósølan við Gøtugjógv hevur skjótt 60 ár á baki. Tað var Jákup Hansen, skósmiður, sum stovnaði fyritøkuna í 1946. Í dag er tað abbasonurin, Terji Hansen, ið eigur og rekur handilin.

Umframt vanligar skógvar selur Skósølan eisini t.d. frítíðarklæðir, gaggir, fótbóltar og aðra ítróttarútgerð.