Skúlin skal verða roykfríur

Hósdagin høvdu skúlarnir í Klaksvík stórt tiltak um royking, og kanningar vísa, at færri og færri skúlanæmingar í Klaksvík roykja. Málið er, at skúlabørn als ikki skulu roykja

Royking

? Málið hjá okkum er at gera skúlin púra roykfrían.
Tað sigur Rani Nolsøe, formaður í Heilsu og Umhvørvisnevndini hjá Klaksvíkar kommunu, sum saman við skúlunum skipaði fyri serliga roykiátakinum hósdagin.
? Vit hava havt afturvendandi átøk um royking, og vit fara at halda fram við tí. Vit hava gjørt kanningar av roykivanunum hjá skúlabørnunum síðstu árini, og tað vísir seg, at alt færri børn roykja, sigur Rani Nolsøe.
? Orsøkin til tað er bæði, at fleiri børn als ikki byrja at roykja, og eisini at summi leggja av at roykja. Málið er, at eingin skúlabørn í Klaksvík skulu roykja.

Skreytbløð til tey roykfríu
Tiltakið, sum kallaðist «Roykfríur skúli« var í KFUM & K í Klaksvík, og har var ymiskt á skránni.
Landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm setti tiltakið, Jákup Veyhe avdúkaði eina nýggja plakat, sum Edward Fuglø hevur gjørt. Vinnarin av Nósabarnaprixnum sang fyri næmingunum, skreytbløð vórðu latin til teir roykfríu flokkarnar, og vinnarin av yrkingakapping varð avdúkaður.
Allir næmingar úr sætta til tíggjunda flokk vóru við til tiltakið.