Sum støðan er nú, verður fólkaskúlin ikki lagdur undir kommunurnar at verða umsitin.
Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum.
Annars hevur nógv verið tosað um at flyta umsitingina av fólkaskúlanum úr Mentamálaráðnum, undir kommunurnar at umsitast, so at øll ábyrgdin fyri fólkaskúlanum liggur hjá einum og sama myndugleika.
Tað ger tað ikki í dag, tí kommunurnar hava ábyrgdina av skúlabygningunum, útgerðini, amboðunum og skúlabarnaflutninginum, men landið hevur ábyrgdina av lærarunum og undirvísingini.
Hinvegin stendur tað eisini beinleiðis í samgonguskjalinum, at kommunurnar skulu yvirtaka ábyrgdina av fólkaskúlaøkinum.
Ongin meining
Men Bjørn Kalsø dugir ikki at síggja nakra meining í at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar, sum støðan er.
Hann sigur, at skal skúlin leggjast undir kommunurnar, skal talan verða um stórar og sterkar kommunur, sum eru førar fyri at átaka sær uppgávuna.
Men fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging førdi ikki til samanleggingar og tískil dugir Bjørn Kalsø heldur ikki at síggja nakað endamál í at leggja skúlan undir kommunurnar.
Annars er ætlanin at leggja eldraøkið undir kommunurnar, hóast kommunur ikki leggja saman.
Hinvegin er ætlanin at skipa landið í nøkur samstarvsøki, sum skulu átaka sær uppgávuna at umsita eldraøkið.
Men Bjørn Kalsø er ikki sinnaður at leggja skúlan í nøkur samstarvsøki.
- Leggja vit skúlan í samstarvsøki, verður ábyrgdin framvegis býtt ímillum fleiri myndugleikar.
- Halda vit, at tað er, at ábyrgdin er tvørlig, nú hon er tvíbýtt ímillum land og kommunur, verður hon kanska enn tvørligari við at leggja hana í kommunal samstørv, tí tá vera enn fleiri ábyrgdarhavarar.
- Tá verða tað fleiri kommunur, sum skulu býta ábyrgdina ímillum sín og tað er ivingarsamt um tað verður nakar bati aftur ímóti teirri skipan, vit hava nú.
- Ábyrgdarbýtið fer framvegis at vera ógreitt, leggur hann afturat.
Nógv størri umsiting
Bjørn Kalsø staðfestir somuleiðis, at vit mugu eisini ansa serstakliga væl eftir, at ikki øll játtanin til fólkaskúlan fer at verða etin upp av umsiting, men kemur næmingunum til góðar.
- Verður skúlin lagdur undir kommunurnar at umsita, skal hvørt øki kanska hava sína skúlafyrisiting og tískil er vandi fyri, at umsitingin fer at vera nógv størri enn hon er í dag, kanska heilar sjey ferðir størri.
- Samstundis mugu vit varðveita umsitingina, sum er í Mentamálaráðnum og hon er so lítil sum er, at hon fer ikki at minkað nakað av týdningi, hóast skúlin verður lagdur undir kommunurnar.
- Kortini kunnu vit siga, at uppgávurnar høvdu verið øðrvísi, tí so hevði umsitingin í Mentamálaráðnum sloppið undan dagliga raksturin, tí tað høvdu tær kommunalu fyrisitingarnar røkt.
Umisitingin í Mentamálaráðnum hevði sostatt verið yvirskipað og kundi í størri mun lagt tær stóru linjurnar og arbeitt meiri framrættað.
Hinvegin dugir Bjørn Kalsø heldur ikki at síggja nakran trupulleika í at skipa ein góðan skúla undir teirri skipan, vit nú hava.
Harafturat heldur Bjørn Kalsø eisini, at eldraøkið og skúlaøkið eru tvey øgiliga stór málsøki og tað er ikki rætt at leggja tvey so stór øki undir kommunurnar at kalla ísenn.
Vil miðsavna
skúlabørn í
færri flokkar
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, fer nú at taka upp samband við kommunurnar um at samskipa skúlarnar betri.
Endamálið er at miðsavna skúlabørnini í færri flokkar fyri at leysgeva lærarakreftir og pengar til.
- Endamálið er ikki at hava yvirfyltar skúlaflokkar, tí tað skal ikki henda, staðfestir hann.
Hinvegin staðfestir hann samstundis, at nógvastaðni ber tað til at samstarva betri um skúlaflokkar, uttan at raka dygdina í undirvísingini, serliga har tað er stutt ímillum skúlarnar, eitt nú í miðstaðarøkinum.
- Í økjum, har tað eru fleiri kommunur, og tað er langt ímillum skúlarnar, er tað torførari, men nakað eigur kortini at lata seg gera.
Støðan er tann, at verða 27 næmingar í einum flokki, skal hann býtast sundur í tvey.
- Tað kundi tað heldur verið eitt betri loysn at flutt tann eina næmingin í ein annan skúla, har flokkarnir eru minni fyri at sleppa undan at skipa ein heilan flokk.
Bjørn Kalsø sigur, at hvør flokkur, sum er færri í skúlanum, er nógvur peningur at spara.
- Talan er um fleiri milliónir at spara tey 10 árini, ein flokkur vanliga er í skúla.
- Tað er neyðugt at skilbøta fólkaskúlan so at vit fáa sum best burtur úr játtanini, vit hava.
Men landsstýrismaðurin heldur eisini, at tað eigur at bera til at samstarva betri um teir eldru næmingarnar.
Hinvegin ásannar hann eisini, at tað eru kommunurnar, sum skipa skúlan og tískil er tað avmarka, hvat hann kann gera.
Kortini fer hann at samskifta við kommunurnar um betri samstarv á skúlaøkinum.