Skúlin reistist sum fuglurin Føniks

- Íblásturin frá gamla skúlabygninginum fer at halda lív í minninum um hin einferð so tignarliga skúla.

 

- Mitt í bygdini millum høg fjøll reisist skjøldurin á nýggja skúlanum og fangar eygað. Nýggi mentanarberin í bygdini má gjarna síggjast fram um aðrar við sínum sermerkta skjøldri. 

Tað siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag á sínari Facebook-síðu, nú meira og meira byrjar at síggjast til ta stóru skúlaverkætlan, sum er í gongd í Fuglafirði.

- Íblásturin frá gamla skúlabygninginum, sum fyrsti føroyski arkitekturin við útbúgving frá Kunstakademinum - Hoffgaard - teknaði fyrst í 1930-árunum, er týðiligur og fer at halda lív í minninum um hin einferð so tignarliga skúla.

Á Facebook-síðuni í dag verður víst á, at har gamli skúlin stóð, stendur nú ein nýggjur bygningur við vøkrum og sermerktum skjøldri og boðar frá góðum. Sum fuglurin Føniks er skúlin endurreistur og boðar um vón, lærdóm og nýggjar tíðir.