Skúlin ongan ministara

Tað er vanligt í øllum demokratiskum stýrum, at samfelagsuppgávurnar verða býttar sundur, har ein ministari fær ábyrgdina av sínum øki.

Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, og nú eisini landsstýrismaður í skúlamálum, hevur júst alment úttalað, at hann ikki blandar seg í lønar- og arbeiðsviðurskifti skúlans.

Var tað so neyðugt at seta Høgna Hoydal ístaðin fyri Signar á Brúnni sum landsstýrismann í skúlamálum., tá hesin alíkavæl leggur alt í hendurnar hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Soleiðis prioriterar landsstýrið fólkaskúlan!

Hetta er bert eitt mál av mongum ? nevn tú hini!

Eg føli, at politikkararnir spæla »matador« við okkum borgarum.


Petur Sigurd Rasmussen