Skúlin í Kvívík er liðugur

Leygardagin í næstu viku verður nýggi skúlin í Kvívík vígdur og alment tikin í nýtslu.

Í hesum sambandi fer kommunan at skipa fyri eini hátíðarløtu fyri at markera at Kvívíksbørn nú sleppa í tann nýggja skúlan.
Arbeiðið uppá tann nýggja skúlan byrjaði á heysti2003 og hevur tað gingið sera væl alla tíðina, - so væl, at skúlin í veruleikanum verður liðugur fýra mánaðir áðrenn tíðina. Tað er GAJ-smíð við Grækarisi Joensen sum hevur staðið fyri byggingini.
Nýggi skúlin er um 1000 fermetrar stórur, og er hetta nærum tríggjar ferðir so nógv sum tann gamli, sum er 350 fermetrar.
Ætlanin er nú at renovera tann gamla skúla í rættiliga stóran mun, eins og ein reising skal gerast á takið. Hetta verður gjørt fyri at hann skal líkjast tí nýggja bygninginum mest møguligt.
Arbeiðið við renoveringini byrjar eftir páskir. Og verða tað somuleiðis menn frá GAJ-smíð sum fara at gera tað arbeiðið.