Skúlin bumbaður aftur

Fólkaskúli: Skúlarnir skulu spara nógv komandi ár, og summir skúlar velja at spara burtur tímarnar, teir fingu eyka til smáu flokkarnar eftir vánaligu PISA-úrslitini. Hetta er ein stórur smeitur fyri skúlan, heldur Jónleif Johannesen, skrivari í Føroya Lærarafelag

Fólkaskúlin skal spara, og sparingin verður so stór, at av teimum umleið 700 størvunum skulu umleið 50 sparast burtur.
Ein so stór skerjing fer at síggjast aftur í undirvísingini.
Summir skúlar hava valt at spara við at taka onkur tilboð burtur, og tað eru í fleiri førum tær kreativu lærigreinarnar.
Onkrir skúlar spara tímar við at leggja flokkar saman í tímunum við eitt nú rokning og fyrisøgn.
Fleiri skúlar hava valt at taka burtur ein stóran part av tímunum, sum teir yngsu flokkarnir fingu eyka eftir vánaligu PISA-úrslitini.
Nú rópar Jónleif Johannesen, skrivari í Føroya Lærarafelag varskó. Við hesum sparingunum verður skúlin bumbaður aftur tiltað støði, hann var á, tá ið vit fingu tey vánaligu úrslitini.
Pisa-úrslitini høvdu við sær, at fólkaskúlin fekk játtaðar væl fleiri tímar til teir yngstu flokkarnar, tí Føroyar vildu ikki teljast millum londini í heiminum við teimum vánaligast.
Nú er vandi fyri, at vit enda aftur millum ter vánaligastu skúlarnar, sigur Jónleif Johannesen.

Gekk so væl
Skúlin hevur annasr ment seg væl seinastu árini. Tað komu eykatímar, fleiri lærarar hava fingið útbúgving sum orðblindalærarar og at undirvisa børnunum við serligum tørvi, tí fólkaskúlaøkið hevði orku til at lyfta fleiri uppgávum.
- Hóast lærarar mangan mugu staðfesta, at langt er eftir at røkka visjón 2015, hava tey síðstu árini merkt, at tað er tann vegin rákið innan føroyskan skúlaskap hevur gingið, sigur Jónleif Johannesen.
Hann lastar ikki nakra skúlaleiðslu fyri, hvussu tær hava avlt at spara. Skotið verður bara í flokk, tí skúlarnir sleppa ikki undan at spara.
- Men tað er ikki gott, at tey kreativu skúlatilboðini verða spard burtur, og skulu flokkar hava onkrar lærugrinir saman, verður ikki møguligt hjá lærarunum at taka sær av tí einstaka næminginum. Undirvísingin verður tá meira sum universitetsundirvísing, sigur Jónleif Johannesen.
Serøkið, sum er eksploderað seinastu árini, verður nú meint rakt.
Jónleif Johannesen stúrir fyri góðskuni í fólkaskúlanum í framtíðini.

Skal so lítið til
- Um tú fert undir vatnskorpuna, druknar tú. Hetta er so syrgiligt, tí tað skulu so fáar milliónir krónir til at halda skúlanum uppi, sigur Jónleif Johannesen.
Hann finst at mannagongdini, tá ið farið varð undir at fyrireika sparingarnar-
- Uttan mun til um okkum dámar tað ella ikki, var tað eitt mál at steingja smáar skúlar og flyta kreftirnar yvir á størri skúlar. Tað var fyri at gera skúlan betri. Men størru skúlarnir fá einki burtur, at teir smáu skúlarnir verða latnir aftur. At lata smáar skúla aftur bar bara ein sparing óheft av hinum, sigur Jónleif Johannesen.
Sosialurin ætlaði at fáa eina viðmerking frá Helenu Dam á neystabø, landstýriskvinnu í skúlamálum, men hon hevur allan fyrrapartin sitið á landsstýrisfundi.
randi@sosialurin.fo