Gjáramorgunin bjóðaði skúlastjórin á skúlanum á Fløtum, Hanus Joensen, næmingunum í fótbóltsflokkinum av í telving. Hann er lærari hjá teimum í føroyskum, men í gjar vóru bøkurnar lagdar til viks og talvborðini funnin framm.
Hanus Joensen er kanska fyrst og fremst kendur frá hondbóltinum, men á yngri árum var hann millum stinnastu telvararnar í landinum, sigur heimasíða skúlans. Hann hevur ikki verið so virkin innan talv seinastu árini, men tað bilti ikki í gjár.
Eingin av næmingunum megnaði at standa skúlastjóranum kurl og hann vann 20-0. Væntandi er onkur næmingur, ið fer at leggja nógv fyri fyri at vinna á stjóranum næstu ferð, høvið býðst.