Skúlasamstarv millum Fuglafjørð og Klaksvík

Fuglafjarðar skúli og skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík hava samstarvað, síðani skúlaárið byrjaði Talan er um samstarv í nøkrum av teimum øðrvísi lærugreinunum, sum til dømis drama, motorlæru og sjómansskapi.

-Samstarvið fevnir í fyrstu atløgu um, at skúlarnir býta høli, útgerð og lærara, sigur Signar á Brúnni, stjóri á skúlanum á Ziskatrøð, við útvarpið hjá Kringvarpinum. Sjálvur heldur hann, at næmingarnir kunnu fáa nógv burtur úr einum tílíkum samstarvi.

Signar á Brúnni leggur afturat, at ætlanin er, at samstarvið skal verða varandi. Hinvegin er ikki greitt, um tað skal fevna um aðrar lærugreinar enn nú.