Býráðið í Klaksvík samtykti á fundi gjárkvøldið, at skúlarnir ikki skulu leggjast undir somu leiðslu Í sínari tíð helt Klaksvíkar býráð tað vera rætt at leggja teir báðar skúlarnar saman. Signar á Brúnni varð settur í fyribils starv sum skúlastjóri við málinum at leggja saman.
Mentamálaráðið hevur mælt til at leggja saman.
Men tá ið býráðið atkvøddi um málið gjárkvøldið, var meirluti fyri at halda fram við tveimum skúlum undir hvør sínari leiðslu.