Skúlanæmingar fáa virðisløn fyri at gera film

Tað komu 19 filmar inn til kappingina, og tríggir filmar fingu virðisløn

Nakað síðani bjóðaði Nám næmingum at vera við í eini filmskapping. Tilsamans 19 filmar komu inn og í gjár varð sum avdúkað, hvør fekk virðislønirnar.

Evnið, filmarnir skuldu viðgera, var heimsmálini hjá ST, og tey skuldu lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er sjey minuttir. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og skal kunna brúkast í undirvísing.

Tríggir vinnarar vórðu funnir, sum allir deildu eitt fyrstapláss. Teir fingu sostatt ein triðing av virðislønini, ella 10.000 krónur í part frá Námi.

 

Filmarnir, sum fingu virðisløn, eru:

Filmurin ”Gang ein túr” hjá næmingum á T1 í Tekniski skúli, Klaksvík, er um eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur »í stop motion«, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og góðan tónleik, sum er viðkomandi fyri evnið.

Filmurin, ”Grøna broytingin” hjá næmingum úr 18u á Glasi, er flott filmaður og leggur seg sannførandi afturat innsløgum í Degi og Viku. Filmurin vísir á trupulleikar og loysnir í sambandi við veðurlagsbroytingar og letur serfrøðingar og vanlig fólk sleppa til orðanna.

Filmurin ”Rúsandi eitur” sum næmingar í  8.a á Argjahamri, er klassisk filmslist, sum sýnir framúr kynstur at lýsa eina støðu, sum børn kunnu koma í orsakað av rúsdrekkamisnýtslu. Høvuðsleikarin spælir væl og vekir kenslur hjá áskoðaranum.

Nám sigur, at teir 19 filmar komu frá næmingunum í hádeildini í fólkaskúlanum og frá næmingum miðnámi.

Glasir og skúlin á Argjahamri vóru best umboðaðir í kappingini, men filmar komu eisini frá Tekniska skúla í Klaksvík, Hoyvíkar skúla, skúlanum við Løgmannabreyt og Eysturskúlanum.