Jórun Høgnesen,
valevni Tjóðveldisfloksins
til býráðsvalið í Klaksvík
Hvat er so málið?
Jú, fyrst og fremst hølir og útbúnaður til skúlarnar, og er hetta ein kommunal uppgáva at loysa. Hinar uppgávurnar hoyra undir aðrar myndugleikar, og skulu tí ikki viðgerast her.
Einaferð fyrst í 60?unum vóru hølisviðurskiftini hjá skúlanum nøktandi, men síðani tá hava fólkaskúlarnir í Klaksvík altíð verið noyddir at liva við fyribilsloysnum, og tað er spell, tí tá fer nógv orka til spillis. T.d. kunnu vit nevna at skúlin í sínari tíð hevur leigað seg inn í KFUM & K, Tekniska Skúla, Sjóklædnarvirkið og skótahúsið.
Nú er so nakað munagott gjørt við Skúlan á Ziskatrøð, og tað er gleðiligt, hetta arbeiði heldur sjálvsagt fram til liðugt er.
Til eftirtektar
Tað er ótrúliga harmiligt at skúlarnir hava fingið frið til at forfalla so nógv, tí øll vita, at í 80?unum vóru íløgur gjørdar til alt annað enn skúlarnar, og tí er skilið sum tað er. Tað sigur seg sjálvt at aftaná kreppuna er hesin postur vorðin so tungur fíggjarliga, at torført er at lúka krøvini, nú tey eru vorðin so stór. Tað er altíð lætt at hyggja í bakspeglið og kritisera, men tað hevur eisini avgjørdan týdning at taka støðuna til eftirtektar, nú útlitini hjá kommununi tykjast at vera betri fíggjarliga. Klaksvíkar kommuna má ongantíð aftur renna seg so fasta í skúlamálum, men leggja stóra orku í at loysa hølistrupulleikarnar við framtíðini fyri eyga.
Skúlin við Ósánna
Tann nýggja skúlalógin setur øðrvísi krøv til undirvísing, og so sanniliga eisini nógv størri krøv til hølisviðurskiftini. Skúlin við Ósánna er einki undantak í so máta. Starvsfólkini har hava eisini ofta gjørt vart við støðuna. Nógvar loysnir hava verið frammi, og satt at siga hava lærararnir trúð uppá tær, og viðgjørt tær í álvara hvørja ferð, uttan at nøkur endalig loysn er staðfest hjá kommunalu myndugleikunum, tí onkursvegna støðgar málið altíð í býráðnum. Tó skal sigast, at nú liggur aftur ein loysn á borðinum um útbygging, og pengar eru settir til projektering. Skulu vit trúgva uppá at nakað spyrst burtur úr nú?
Eg vil í hvussu er gera mítt ítarsta fyri at nakað gott kemur burtur úr, soleiðis at næmingar og starvsfólk skúlans fáa tey kor, tey hava krav uppá.
Viðmerkjast má at Ósáskúlin hevur 16 flokkar og 13 skúlastovur, eg endurtaki 16 flokkar og 13 skúlastovur. Hetta talar fyri seg. Hvønn gongur tað út yvir? Jú, sjálvandi næmingarnar. T.d. hava 1. og 2. flokkur somu stovu, og er tað als ikki nøktandi í nútíðarsamfelagnum, sum vit jú eru ein partur av.
Skúlagarðurin er eisini ein kapitul fyri seg, hann kundi verið nógv áhugaverdari fyri næmingarnar.
Eitt annað gott dømi er ferðslan til og frá skúlaøkinum, tað vita øll hvussu skilið er klokkan 8 á morgni.
Vit kundu blivið við upp á hendan mátan, øll hava vit jú dreymar, og teir kosta so einki. Men hugaligari er, at síggja dreymarnar gerast til veruleika, og tað er tað vit miðvíst skulu arbeiða fram móti.
Tjóðveldisflokkurin vil vera við til at seta kós, so nátt verður á mál.
Gott val!