Skúlaleiðarar vilja ikki sleppa landsroyndunum

Mikudagin verður fyrsta viðgerðin av lógaruppskotinum hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, ið skal geva landsstýriskvinnu heimild til í ávísum førum at víkja frá kravinum um at fyriskipa landsroyndir. Uppskotið verður lagt fram í kjalarvørrinum av, at tað seinastu árini hava verið ymiskir trupulleikar knýttar at landsroyndunum.


Men sambært Skúlablaðnum, so tekur Skúlaleiðararfelag Føroya ikki undir við ætlaðu broytingini hjá landsstýriskvinnuni. Felagið tekur undir við, at ongar landsroyndir vera í skúlaárinum 2017/18, men síðan skulu landsroyndir vera á hvørjum ári. Tað stendur í hoyringsskrivinum frá felagnum til lógaruppskotið, ið Skúlablaðið hevur fingið innlit í. 


- Tíðin til landsroyndirnar verða hildnar í 2019 skal nýtast til at lýsa øll hugsandi viðurskifti við royndini, t.d. hví hava landsroyndir, hvat endamálið er við royndum, hvørjir flokkar skulu taka lut og hví, hvørjar lærugreinar og hví, um samsvar er millum royndarhald, førleikamál og dagligu undirvísingina og so framvegis, sigur Skúlaleiðarafelagið í hoyringarskrivi til lógaruppskotið, sambært Skúlablaðnum.


Skúlaleiðarafelagið er felag fyri allar skúlastjórarnar og fyrstulærararnar í fólkaskúlanum.