? Besti háttur at geva børnum íblástur og skapa virðing er at lata tey uppliva (yrkis)tónleikarar í skúlastovuni ella á tónleikapallinum.
Tað stendur at lesa í álitinum rútmiskan tónleik í Føroyum, sum í farnu viku varð handað landsstýrismonnunum við mentamálum og vinnumálum.
Ein arbeiðsbólkur hevur í hálvtannað ár kanna føroyska tónleikalívið, og arbeiðið endaði við einum áliti, sum nú er latið avvarðandi myndugleikum.
Ein av tilráðingunum í áltinum er nýtt felag ella átak, sum kallast »Durur«.
Hetta felag skal skipa fyri framførslum og verkætlanum í skúlum
? At fáa okkurt nýtt inn um skúlagátt skapar áhuga í sjálvum sær, men tað ger næmingarnar eisini tilvitaðar um tónleik sum ein skapandi førleika, heldur arbeiðsbólkurin.
? Tað hevur eisini týdning fyri tónleikaran at hava aðrar framførslupallar og áhoyrarar enn á vanligu, kvøldligu spælistøðunum. Hetta snýr seg eisini um eina uppalandi frálæru og medvit um tónleik, tónleikasøgu, ástøði og annað.
Nýggjan samskipara
Arbeiðsbólkurin heldur, at fleiri møguleikar eru at skipa tónleikaligu tilboðini til skúlarnar.
Ein møguleiki hevði verið Føroya Musikkskúlaskipan, har ein persónur situr og samskipar ymisku tiltøkini og tilboðini. Virksemið kundi eisini komið undir virksemið hjá Konsertfelagnum. Og uppaftur ein annar møguleiki kundi verið eitt samstarv við Landsmiðstøðina, sum millum annað hevur til endamáls at veita skúlum tilfar, soleiðis at tað er námsfrøðiliga væl lagt til rættis og viðgjørt, heldur arbeiðsbólkurin.
Í álitnum um rútmiskan tónleik verður ført fram, at hetta átakið kundi verið fyrireikað longu í ár, so tað kom at virka frá komandi skúlaári.