Skúlaflokkur á Glyvrum vann ferð til Íslands

- Hetta er eitt so fantastiska gott arbeiði, sum næmingarnir hava gjørt, og hetta vísir bara, hvussu dugnalig tey eru, sigur Kaj Aage Troest, flokslærari.

Vinarbýarkapping

Tað var ein stór løta hjá 6b í Glyvra skúla, tá ið Petur Olivar í Hoyvík vegna Fitur-grunnin trein innar í skúlastovuna á seinasta skúladegi í ár og boðaði næmingunum frá, at tey høvdu vunnið eina ferð til Íslands. Sosialurin slapp at vera við, tá ið næmingarnir fingu hesi góðu boð, og stutt eftir stóð eisini býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, inni á gólvinum og ynskti næmingunum tillukku. Núverandi flokslærarin, Svend Aage Troest og fyrrverandi flokslærarin hjá 6b, Deirdre Hansen, vóru sjálvandi eisini við til hesa løtu, sum var nakað serligt, bæði fyri næmingar og lærarar.
Hýrurin á næmingum og lærarum var sum vera man góður, tá ið tey høvdu fingið boðini frá Petur Olivari um, at frálíka fløgan, tey høvdu gjørt um Ísland, hevði tryggjað teimum ferðina til Egilsstaðir á eysturlandinum.


Kapping millum vinarbýir

Tað er Fitur, sum hevur tikið stig til hesa kapping, sum 6b í Glyvra skúla hevur vunnið í kapping við hin 6. flokkin í skúlanum. Tveir aðrir 6. flokkar hava eisini vunnið eina tílíka ferð til Íslands; teir eru 6. flokkur við skúlan í Kollafirði, sum eisini kappaðist við 6. flokkarnar í Havn og ein 6. flokkur á Eiði.
Petur Olivar í Hoyvík, sum er í nevndini í Fitur, sigur, at endamálið hjá grunninum er rættiliga breitt, og høvuðsdenturin verður lagdur á at flyta fólk millum Føroyar og Ísland, so fólk í londunum báðum kunnu læra hvønn annan betur at kenna.
- Málið er at knýta sosialt samband og vinarbond á mongum økjum, bæði innan
ítrótt, skúla, mentan og útbúgvingar.
Hann sigur, at kappingin, sum 6. flokkarnir á Glyvrum, Kollafirði og Eiði hava
vunnið, er ein kapping millum vinarbýir. Tað merkir, at ávísir skúlar í kommunum, sum hava vinarbýarsamband við býir ella bygdir í Íslandi, kappast um at sleppa at vitja hvønn annan, og í hesum førinum hevur Runavíkar kommuna vinarbýarsamband við Egilsstaðir í Íslandi.
- Soleiðis kappaðust 6. flokkarnir á Glyvrum hesaferð um at sleppa til Egilstaðir, og í hinum endanum 6. flokkarnir á Egilsstøðum um at sleppa at vitja í Runavíkar kommunu.
Komandi skúlaár verður kappingin millum skúlar í øðrum pørtum av landinum. Har bert ein 6. flokkur er á skúlanum, er 5. flokkur eisini við í kappingini um ferðina.


Næmingarnir búgva privat

Petur Olivar sigur, at føroysku næmingarnir skulu búgva hjá næmingunum í Íslandi, og tá ið so íslendsku næmingarnir koma hendanvegin, skulu teir búgva hjá somu næmingum í Føroyum.
- Enn er ikki endaliga avgjørt, um føroysku næmingarnir fara til Íslands fyrst ? ella um íslendsku næmingarnir verða teir fyrru hendanvegin, men ferðirnar verða ávikavist til heystar og tíðliga komandi summar, helst í september og í mai.
Tað er Fitur, sum saman við lærarum í Íslandi og Føroyum hava skapt hesa kapping, ið er ógvuliga sosial við tað, at næmingarnir búgva privat hjá hvørjum øðrum ogsostatt kunnu læra hvønn annan og landið hjá hvørjum øðrum at kenna.
- Uppgávan hjá føroysku næmingunum snýr seg um Ísland, meðan uppgávan hjá
íslendsku næmingunum snýr seg um Føroyar, sigur Petur Olivar.
Tað stendur næmingunum rættiliga frítt at avgera, hvussu teir velja at skipa
uppgávuna, men tað, sum gjørt verður, skal venda sær til næmingar, sum eru í umrødda aldursbólki.
Hetta er annað árið, at kappast verður millum skúlarnar í Føroyum og Íslandi á henda hátt.
- Fitur fíggjar ferðina millum londini og ikki uppihaldið, ið sum nevnt er privat. Millum Føroyar og eysturlandið verður farið sjóvegis og loftvegis, tá ið ferðast verður millum Føroyar og vesturlandið í Íslandi, sigur Petur Olivar í Hoyvík.
Í nevndini í Fitur-grunninum eru seks limir, ávikavist 3 úr Føroyum og 3 úr Íslandi. Skrivarin situr í Íslandi.


Byrjaði sum verkætlan

Kaj AageTroest, flokslærari, sigur, at næmingarnir í 6b valdu at gera eina fløgu við nógvum frálíkum myndum og teksti, har næmingarnir sjálvir greiða frá um Ísland.
- Uppgávan byrjaði sum ein verkætlan, har vit lótu flokkin burtur av arbeiða við uppgávuni í tríggjar dagar. Síðan valdu næmingarnir eina ?nevnd? við trimum næmingum, sum skuldu samskipa hetta arbeiði og leggja tað inn á fløgu.
Sum flokslærari er Kaj Aage ógvuliga fegin vegna næmingarnar um, at 6b vann kappingina.
- Hetta er eitt so fantastiska gott arbeiði, sum næmingarnir hava gjørt, og hetta vísir
bara, hvussu dugnalig tey eru.
Spurdur, um næmingarnir í 6b eru betur fyri enn aðrir næmingar á sama aldri á telduøkinum, heldur Kaj Aage, at tað eru teir.
- Deirdre Hansen, sum var flokslærari hjá 6b, til hon fór til Havnar at undirvísa,
gjørdi nógv burtur úr at læra næmingarnar at arbeiða við teldu. Hon hevði flokkin í teldulæru og skipaði eisini fyri skeiðum fyri foreldrini at næmingunum. Allir næmingarnir fingu internet við hús, og í byrjanini varð hesin samskiftisháttur nógv nýttur millum næmingar og lærara.
Hóast Kaj Aage Troest eisini undirvísir í teldulæru, heldur hann, at Deirdre fyrst og
fremst eigur æruna av, at 6b er so væl fyri á telduøkinum.