Tað spruttar við lívi og arbeiði í teimum trimum kommununum kring Skálafjørðin – Sjóvar, Runavíkar og Nes kommunu.
Arbeiðsloysið er millum lítið og einki, og nógvir útlendingar eru í arbeiði.
Tað sæst aftur í skattainntøkunum hjá kommununum, sum eru væl hægri higartil í ár, enn tær vóru í fjør.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at skattainntøkan í februar var hægri, enn hon nakrantíð hevur verið ein mánað. Tað er merkisvert, tí talan er um stytsta mánaðin og harvið ikki so nógvar tímalønir, sum tað kunnu vera hinar mánaðirnar.
Nes kommuna fekk í februar 4.961.522 krónur inn í skatti. Tað eru 640.704 krónur fleiri enn í februar 2018. Lutfalsligi vøksturin er 14,83 prosent. Í januar var vøksturin 17,39 prosent.
Tveir teir fyrstu mánaðirnar er vøksturin 1.192.957 krónur ella 15,91 prosent.
Í Runavíkar kommunu var skattainntøkan í februar 14.378.923 krónur, sum er næstbesti skattamánaðin nakrantíð hjá kommununi. Vøksturin er 5,34 prosent. Tveir teir fyrstu mánaðirnar er vøksturin 2.200.077 krónur ella 8,91 prosent.
Í Sjóvar kommunu runnu 3.386.843 skattakrónur í kassan á Strondum í februar. Vøksturin var 13,75 prosent ella 433.516 krónur. Higartil í ár er vøksturin 18,24 prosent ella 1.032.582 krónur.