Skúlabygging má snúgva seg um námsfrøðiligt innihald

Mikkjal Helmsdal,

rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði

---------

 

”Marknagil eigur eisini at umfata Studentaskúlan,” skrivar Sosialurin í oddagreinini 3. januar og tekur til orðanna fyri, at hesin spurningurin verður ein týðandi partur av komandi valstríðnum. Ongin kann vera ósamdur í, at spurningurin um nýggjan studentaskúla verður settur frammarliga í valstríðnum. Men tað er hugstoytandi at staðfesta, hvussu smáligt og lítið víðskygt, ið blaðleiðslan grundgevur fyri sínum sjónarmiðum.

Oddagreinarskrivarin spælir gomlu plátuna um, at Føroya Studentaskúli hevur forðað deplinum í Marknagili í at gerast veruleiki, tí lærarnir her halda, at Hoydalar eru ov góðir at flyta frá, og at skúlin heldur seg vera so øðrvísi, at hann ikki kann vera saman við Tekniska Skúla og Handilsskúlanum. Hetta er áður afturvíst av lærararáðnum á skúlanum – lærararnir hava eina ferð verið eftirspurdir um meining sína og góvu ta ferðina til kennar, at teir vóru misnøgdir við tað uppskot til bygging og bygnaðarbroytingar, sum fyrilá júst tá. At málið síðani ikki hevur flutt seg í 3 ár, skyldast ikki ”seráhugamál í Hoydølum”, men vantandi vilja hjá verandi samgongu at taka eina avgerð í málinum. Eingin skal vera í iva um, at leiðsla og starvsfólk á Føroya Studentaskúla eru sinnaði at luttaka í einum konstruktivum dialogi við politiska myndugleikan um framtíðarloysnir á karmum skúlans.

Hin grundgevingin hjá Sosialinum er sparingar. Tað er langt síðani vit hava sæð og merkt til annað enn sparingar á Studentaskúlanum. Av játtan okkara eru 91 % bundin í lønum, meðan 9 % eru eftir til rakstur av bygningum, til undirvísingaramboð, útgerð og menning av undirvísing og starvsfólkum skúlans. Hetta er sama lutfall, sum tá skorið var inn á bein undir kreppuni fyri 15 árum síðani (undan kreppuni var lutfallið 80/20 %). Og samstundis er skúlin undir hóttan at verða stongdur orsakað av soppavøkstri, sum er avleiddur av vantandi viðlíkahaldi í mong, mong ár.

Tað kunnu vera skilagóðar námsfrøðiligar orsøkir at leggja Studentaskúlan í Marknagili: eitt størri og sterkari fakligt umhvørvi, betri møguleikar fyri tvørfakligum samstarvi og samlestur av fakum tvørtur um breytir og harvið fjølbroyttari læragreinaútboð. Tað eru eisini vansar: trupulleikar við trivnaði tá næmingatalið fer upp um 1200, tyngri umsiting og ópersónligari arbeiðsumhvørvi, umframt at nógv orka skal nýtast í byrjanini at samansjóða ymiskar virkismentanir hjá verandi skúlum.

Tað kunnu somuleiðis førast fram góðar námsfrøðiligar grundgevingar fyri at hava bæði ein vinnurættaðan og ein almennandi miðnámsskúla í Havn: teir koma báðir at liggja innan fyri eina stødd upp á 500-800 næmingar, sum altjóða gransking hevur víst er optimal fyri trivnaðin og fakligu úrtøkuna hjá næmingunum, vit fáa tveir skúlar, sum kunnu menna hvør sín fakliga profil, og harvið verður lættari og greiðari hjá ungdóminum at velja sær eina miðnámsútbúgving. Vansarnir kunnu vera, at samlestur og tvørfakligt samstarv tvørtur um miðnámsbreytir verður torførari, men tað verður ikki ógjørligt, eftirsum skúlarnir undir øllum umstøðum – saman við Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna – verða skipaðir undir einum umsitingarligan miðnámsskúladepli fyri alla Streymoynna í teirri nýggju miðnámsskúlaskipanini.

Grundgevingin hjá Sosialinum fyri at leggja Studentaskúlan úti í Marknagili er tann sama – og higartil einasta -, ið hevur verið at hoyrt í politiskum høpi: við at savna allar miðnámsskúlarnar í Havn í einum depli fáa vit rationaliseringar og harvið sparingar. Sparingarfyrimunirnir eru eftir mínum tykki rættiliga yvirmettir. Sparingin í rakstrinum er neyvan meira enn 1-2% og í byggingini kanska eini 5-8%. (Verður spart meira í byggingini við at minka um felagsøki, næmingaarbeiðsøki o.a., so avmarkar hetta beinanvegin fakligu og námsfrøðiligu nyttuna, sum fæst burtur úr at savna skúlarnar á einum stað.)

Hvussu tungt skal ein so avmarkað sparing viga, tá havt verður í huga, at vit tosa um skúlabyggingar, sum skulu halda 30-50 ár fram í tíðina og um skúlaloysnir, sum skulu verða grundarlagið undir visiónini um ”heimsins besta samfelag” og einar framtíðar Føroyar, sum í nógv størri mun skulu byggja vælferð sína á vitanarbúskap? Tað mugu vera visiónir um framtíðar innihaldið í ungdómsútbúgvingum okkara og ikki stuttskygdar sparingar, ið avgera hvørjar loysnir, ið verða valdar.

Nú er tað so komið hartil, at umstøðurnar – og Arbeiðseftirlitið – krevja, at ein avgerð um bygging av nýggjum Studentaskúla skal takast beint eftir komandi valið.

Eg haldi eins og oddagreinaskrivarin hjá Sosialinum, at hesin spurningurin eigur at vera frammarliga í valstríðnum. Men latið væl signaði kjakið og avgerðina um miðnámsskúlarnar í Havn byggja á atlitið til námsfrøðiliga innihaldið og fakligu dygdina.

Skal tað vera ein miðnámsskúladepil fyri alla Havnina í Marknagili, lat tað so vera eitt val, ið snýr seg um at menna tvørfakligar førleikar, tvørfakliga synergi, samlestrarmøguleikar og fjølbroytt fakútboð. Slettið síðani ”sparing” úr endamálsorðingini fyri verkætlanina og byggið depilin so rúmligan, at hann er egnaður til námsfrøðiligu málini og er framtíðartryggjaður at rúma teirri øktu tilgongdini til miðnámsskúlaútbúgvingarnar, sum stungin er út í kortið í nýggju miðnámsskúlaskipanini, sum Løgtingið í heyst tók undir við at seta í verk.

Og um vit skulu hava tveir miðnámsskúlar í Havn, so lat hetta snúgva seg um fakligt fjølbroytni, uppbygging av ymsum fakligum profilum og greiðum valmøguleikum hjá teimum ungu og ikki smáligt brigsl um ”seráhugamál í Hoydølum”.

 

Hoydalar, tann 4. januar 2008.