Skálaberg farin av landinum

Skálaberg er í dag farin av landinum fyri seinastu ferð undir føroyskum flaggi. Leiðin gongur til Danmarkar, har skipið skal í dokk, og har japansku keypararnir skulu kanna og góðkenna skipið, sum síðani verður selt.

Tað var annan jóladag, at Skálaberg kom aftur til Føroyar, eftir at hava ligið gísli í Murmansk í Russlandi í meira enn ein mánað.

Søluavtala var gjørd við japanar, áðrenn skipið fór avstað, og skuldi skipið latast í seinasta lagið 15. desember, men sum Hanus Hansen, reiðari fleiri ferðir hevur sagt, so fór handilin helst at standa við kortini, hóast skipið av góðum grundum ikki varð latið nýggju eigarunum til tíðina.