Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag fyrst í mai, verður tað ein skúli í landinum, sum fer at fáa eina veðurlagsvirðisløn.
Skúlablaðið skrivar, at hetta er fyrsta virðislønin av hesum slagi og hon verður 25.000 krónur.
Blaðið skrivar, at virðislønin verður latin einum skúla, sum hevur stuðlað børnum og ungum at arbeiða við veðurlagsbroytingunum og við, hvussu vit kunnu bøta um støðuna.
Talan kann vera at minka um orkunýtslu um at minka um burturkastið, minka um nýtsluna, um at gera flutning í samband við skúlan burðardyggari, ella hvat tað kann vera, men virðislønin skal, í mestan mun, fara til at arbeiða víðari við veðurlagstrupulleikanun.
Tann, sum fær virðislønina, kann vera ein skúli, ein flokkur, ella ein bólkur av næmingum, sum hevur arbeitt veðurlagsbroytingunum.
– Endamálið við virðislønini er at eggjað børnum og ungum at arbeiða við burðardyggum loysnum í fólkaskúlanum, sigur Skúlablaðið.
Eitt endamál er eisini, at fáa okkum øll at hugsa um veðurlagsbroytingarnar og um, hvussu gongdin kann vendast.
Allir fólkaskúlar og frískúlar kunnu senda Lærarafelagnum uppskot um, hvør skal fáa Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags, sum hon eitur.