Skúlabørn læra at verja seg á internetinum

Tað er neyðugt at skúlabørn læra at verja seg og sítt privatlív á internetinum.

Tað halda tey í Dátueftirlitinum og SSP ráðgevingini.

Tí eru tey farin at samstarva um trygd á internetinum og eitt úrslit er, at hendan mánaðin fáa børnini í fjórða flokki í æøllum landinum serliga undirvísing um at ferðast trygt á internetinum.

- Endamálið er at læra tey at ferðast tryggari á internetinum, læra tey at verja sínar upplýsingar og sítt privatlív, og hvar markið er fyri, hvat er loyvt og ikki loyvt á netinum, sigur Dátueftirlitið.

Tey halda, at brotsverk á elektroniskum miðlum kunnu fyrbyrgjast við miðvísari undirvísing og átøkum, so at bæði næmingar og foreldur fáa innlit í evnið og eru tilvitað um at taka røttu valini.

- Fartelefonin og internetið eru komin fyri at verða, og neyðugt er at leiða børn og ung gjøgnum vandarnar á netinum, sigur dátueftirlitið.

Hetta er annað árið á rað, at Dátueftirlitið og SSP ráðgevingin samstarva um trygd á netinum.

Átakið, ið bæði vendir sær til børn og foreldur, verður upptakt til trygga internetdagin, sum verður 5. Februar, har ljós verður varpað á evnið trygd á netinum.

Somuleiðis fara umboð fyri Dátueftirlitið og SSP ráðgevingina at halda fyrilestrar og kjak fyri foreldrum á foreldrafundum kring landið.

- Tað hevur stóran týdning fyri tað fyribyrgjandi arbeiðið, at foreldur tosa saman um, hvussu børnini handfara internet og fartelefonir.