Tað er siður á hvørjum ári, at allir næmingar í teimum føroysku fólkaskúlunum fara til gudstænastu beint fyri jól.
Hetta er tann tíðin á árinum, tá næmingar marsjera úr skúlunum og í kirkjuna á staðnum. Í kirkjuni prædikar prestur, ella verður lestur lisin, og sálmar verða sungnir.
Vanliga er hetta tað síðsta, sum skúlin skipar fyri, áðrenn børnini fara í jólafrí. Kirkjugongdin merkir tískil, at fyrra hálva av skúlaárinum er at enda komin. Eftir er so bara tann strævnara hálvan við próvtøkum.
Týsdagin vóru børnini í Venjingarskúlanum til Gudstænastu í Vesturkirkjuni.
Bergur Debes Joensen, prestur, helt prædiku. Umframt prædikuna var eisini Lucia-gongd á skránni.