Fótbóltur
Eftir fýra umfør er Skála at finna niðast á stigatalvuni í Formula-deildini. Felagið hevur annars roynt at bjóða oddinum í føroyskum fótbólti av seinnu árini, men tann leiklutin tykist felagið ikki fáa í ár.
Og hóast tað enn eru 23 umfør eftir at rætta skútuna, so hevur leiðslan á Skála longu fingið nóg mikið. Dragan Kovacevic, sum í vetur varð settur sum venjari hjá felagnum, hevur nevnliga fingið sekkin. Hetta vátta keldur fyri Sosialinum.
Við sigri í Suðuroyarkappingini, sum VB/Sumba skipaði fyri, og við fjórðingsfinalusessi í steypakappingini tóktist Skála annars hava fingið eina hampulia byrjan, men í landskappingini hevur einki borið til. Hóast HB, EB/Streymur og NSÍ øll verða roknað millum FM-favorittarnar, so var tað neyvan ætlanin, at úrtøkan skuldi vera púrasta sør móti hesum. Og tann so væl kendi dropin kom helst, tá Skála sunnudagin tók ímóti AB. Tann dystin vunnu argjamenn 2-0, og við tí úrslitinum er Skála nú púrasta avbyrgt í botninum.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá Hans Jákup Andreasen, formanni á Skála, fyri evstamark okkara.