Tað var longsti dagur, og tað var alljóst tá ið dómarin, Aron Sofus Vest, um tíggjutíðina fríggjakvøldið bríkslaði fyri síðstu ferð við Løkin í Runavík.
Teir næstbestu hjá NSÍ høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá Skála, og gestirnir fóru til hús aftur við øllum stigunum. Hetta var fyrsti sigurin hjá Skála í tveir mánaðir. Skála hevur bara vunnið einaferð fyrr í ár. Tað var 20. apríl, tá ið Skála vann 4-0 í Gundadali ímóti B36.
Í kvøld vann Skála 1-0. Málið varð skorað tríggjar minuttir eftir steðgin, og tað varð skrásett at vera sjálvmál eftir at Leivur Zachariassen hevði roynt seg við frísparki.
NSÍ var meiri á bóltinum og meiri í álopsstøðu, meðan Skála var nógv í verjustøðu og dúvaði uppá møguleikan at fara í skjótt mótálop.
Úrslitið var óvæntað, tí NSÍ er topplið í næstbestu deildini, og seks tær undanfarnu ferðirnar hevði NSÍ vunnið fulla úrtøku. Síðsta ferðin, at NSÍ misti úrtøku, var 27. apríl, tá ið NSÍ var á Skála, og úrslitið var 2-2.
NSÍ er topplið við 31 stigum, og Skála er á sætta plássi við fimtan stigum.
Tríggir dystir vera leygardagin
Víkingur – HB: Rúni Olsen kl. 16.00
B68 – B71: Rani A. Skaalum kl. 17.00
07 Vestur – B36: Petur Reinert kl. 15.00