LØGMANSSTEYPIÐ
Gøtumenn hava lagt bragdliga fyri í steypakappingini. Eftir tveir dystir hava teir fult stigatal. Verri stendur til hjá skálamonnum. Eftir tveir dystir er stigaposin framvegis tómur, og tað er ilt at ímynda sær, hvussu teir skulu megna at fáa nakað burturúr bólkaspælinum. Fyritreytirnar eru vánaligar.
Leygardagin vóru tríggir fastir menn burtur, tí teir vóru skaddir ella sjúkir, og tá ið harafturat verður havt í huga, at níggju spælarar, sum vóru við til at manna liðið í fjør, nú eru burtur, sigur tað seg sjálvt, at tað er torført. Tískil er og verður setningurin hjá venjaranum, Johan Nielsen, at arbeiða fram ímóti stóru avbjóðingini, sum tað verður at halda liðið í bestu deildini. Tað ger hann við at royna onkrar spildurnýggjar spælarar í bestu deildini. Eitt nú hevði hann leygardagin Róa Jacobsen og Bárður Joensen í høgra borði.
Leygardagin var tað ? sum alla aðra staðni í landinum ? vánaligt fótbóltsveður á Skála. Vindurin strekti vøllin, og heimaliðið hevði vindin undan í fyrra umfarinum. Veðrið órógvaði fótbóltsspælið heilt nógv. Tað gekk hampuliga javnt á fyrstu trý korterini. GÍ kom fram um miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá íð Arnhold Berg, sum er nýggjur miðverji, var so óheppin at stýra flata innlegginum frá Hans Paula Petersen, inn um Heina Kristiansen, sum er nýggjur í Skála málinum.
Jónhard Frederiksberg átti síðsta fótin á, tá ið Skála javnaði til hálvleiksstøðuna. Julian Floresco legði horna úr vinstru og til handara stólpan, og tá ið bólturin kom tvørtur um aftur, var einsamalli álopsmaðurin hjá Skála á rætta plássinum.
Eftir steðgin hevði GÍ vindin undan, og teir tóku luftina úr spenningsballónini beinanvegin. Ógvusligt trýst hevði við sær, at skálamenn fyrsta korterið av 2. hálvleiki so at siga ikki komu fram um miðstrikuna ? burtursæð frá tá ið teir góvu bóltin upp.
Tað vóru teir noyddir at gera tvær ferðir. Í báðum førunum komu málini eftir hornasparksinnlegg úr vinstru. Í fyrra førinum fekk Hans Pauli Petersen bóltin niður, áðrenn hann smekkaði dygst inn við nærra stólpanum, og í tí seinna førinum átti Poul Ennigarð síðsta fótin á.
Eftir at gøtumenn væl og virðiliga høvdu tryggjað sær, at teir fóru at verða omaná í fyrsta týdningarmiklu roydini ímóti gamla venjaranum hjá teimum, Johan Nielsen, fór intensiteturin burtur. Men fram ímóti endanum fekk GÍ enn eitt mál, og tað var uttan nakran iva tað vakrasta á Skála leygardagin. Gidek, sum tykist vera sera væl fyri, sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann úr umleið tólv metra fjarstøðu lyfti bóltin framvið púra sakleysa Heina Kristiansen og upp í málhornið.
Leygardagin skal Gí spæla ímóti HB. Talan verður um sanna toppuppgerð, og tá fáast betri ábendingar um, um nú GÍ er so væl fyri, sum tveir teir fyrstu dystirnir í steypakappingi ni kundu bent á, at teir eru.
Skála?GÍ 1?4 (1?1)
0?1: sjálvmál
1?1: Jónhard Frederiksberg
1?2: Hans Pauli Petersen
1?3: Poul Ennigarð
1?4: Zdzislaw Janik
Skála: Heini Kristiansen ? Rói Jacobsen, Arnhold Berg, Dusan, Julian Floresco ? Bárður Joensen, Hanus Thorleifsson, Alexander, Bogi Gregersen, Alexander Johansen ? Jónhard Frederiksberg
GÍ: Jacek Przkbylski ? Pól Andreas Jacobsen, Bartal Eliassen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Súni Olsen Zdzislaw Janik, Bárður á Lakjuni · Krzystof Popczynski, Símun Samuelsen