Skála sett tríggjar venjarar

Skála brynjar seg nú til kappingarár í næstbestu deildini. Frágongdin hevur verið stór í felagnum í vetur, og nú er greitt, hvør kemur at standa á odda fyri skerda liðnum. Alexandur Johansen, Bárður Danielsen og Hans Jákup Andreasen hava allir tikið av tilboðnum at standa fyri venjingunum hjá 1. deild, 3. deild og unglingum í komandi kappingarári. Tað skrivar heimasíðan hjá Skála. Hetta er fyrstu ferð, at Alexandur Johansen og Bárður Danielsen royna seg í venjarastarvinum.